Dómurin kemur ikki óvart á

Anfinn Vitalis Hansen hevur verið verji hjá Milan Kolovrat, og tað stóð honum tíðliga greitt, at prógvini móti kroatanum vóru sterk. Tí kom ein dómur og einrevsing upp á 14 ár ikki óvart á hann

Sakarmálið móti Milan Kolovrat hevur vart í fimm vikur, og fyri verjan, Annfinn Vitalis Hansen, hevur talan verið um eina strævna tíð.
- Ja, hetta hava verið fimm strævnar vikur, staðfestir hann.
Sum kunnugt játtaði kroatin seg sekan, tá revsimátingin skuldi ásetast, og tað kom líka óvart á verjan, sum á øll onnur.
- Hann hevur alla tíðina sagt tað, sum eg havi endurgivið í rættinum, nevniliga, at hann var ósekur, sigur Annfinn Hansen.
Hann vil tó ikki siga, at tað er komið beinleiðis óvart á, at Milan Kolovrat so ti lendans játtaði seg sekan.
- Eg veit ikki, hvat eg skal siga til tað. Eg síggi jú sama tilfarið, sum øll onnur síggja, og prógvini, sum vóru ímóti honum, vóru jú rættiliga tyngjandi, so eg veit ikki, um eg kann siga, at tað kom óvart á, sigur Annfinn Hansen.
Hann sigur, at tað altíð vilja standa nakrir ósvaraðir spurningar eftir í einum slíkum rættarmáli.
- Men tað stóð greitt, at prógvini móti honum vóru ógvuliga sterk, og tí kann eg ikki gerast ovfarin, sigur Annfinn Hansen.

Skilja hvønn annan
Hetta er uttan samanbering størsta drápsmálið í føroyskari rættarsøgu, so hvussu hevur verið kenst, at verið ein partur av tí?
- Tað hevur verið strævið, men tað hevur samstundis verið áhugavert, at verið mitt í meldrinum. Til tíðir havi eg ynskt, at eg einki drápsmál hevði, tí tað hevur verið arbeiði í døgndrift í fimm vikur. Tað er rættiliga intensivt, tá rættarfundur er frá morgni til kvølds, og so skal eg fyrireika meg aftaná, sigur Annfinn Hansen.
Men tað er ikki nóg mikið við tað.
- Vikuskiftini fara eisini til at fyrireika rættarmálið, eg skal niðan í arrestina at tosa við Milan, eg skal gjøgnumganga eina rúgvu av skjølum. So tað hevur verið rættiliga strævi, sigur Annfinn Hansen.
Gjøgnum hesa tíðina er Annfinn Hansen komin rættiliga tætt upp á ákærda kroatin.
- Í okkara starvi møta vit nógvum yniskum sløgum av fólki. Eg eri jú ikki sálarfrøðingur, so eg kann ikki siga meira enn at tað vísir seg, at tá vit hava revsimál, so er tað í botn og grund vanlig fólk, sum eru komin skeivt avstað. Tú sær ikki á fólki, um tey eru øðrvísi enn øll onnur, sigur Annfinn Hansen.
Milan Kolovrat dugir illa føroyskt og illa enskt, men kortini hevur tað borið rímiliga væl til at samskifta við hann.
- Tá tað kemur til tað týdningarmikla, hava vit brúkt tolk. Men eg havi jú sæð hann regluliga í meira enn eitt ár, so eg havi vant meg við samskiftið. Eg skilji tey flestu tingini, sum hann forklárar fyri mær, og hann skilir meg, sigur Annfinn Hansen.

Umhugsa kæru
Ein sakførari hevur eina serliga tagnarskyldu mótvegis sínum klienti, og tí fær Annfinn Hansen einki sagt um, hvat Milan Kolovrat møguliga hevur fortalt honum um drápið á Pidda.
- Eg kann ikki velja, nær eg haldi tagnarskylduna, so tað, sum er sagt okkara millum, verður verandi okkara millum, sigur Annfinn Hansen.
Men tá tað kemur til at kæra dómin inn fyri Hægsta Rætt, sigur Annfinn Hansen:
- Eg havi greitt honum frá, hvat treytirnar eru fyri at kæra eitt mál til Hægsta Rætt. Men sum vit gjørdu greitt beinanvegin í Føroya Rætti, bóðu vit okkum umhugsingartíð, tí hetta málið er ikki greitt enn at taka støðu til, sigur Annfinn Hansen.
Hann heldur, at dómurin liggur rættiliga tætt upp at tí, sum roknast kundi við framman undan.
- Dómurin kemur tí ikki óvart á. Tað, sum vit nú skulu umhugsa er, at vanligi dómurin er 12 ár, um ongar skerpandi umstøður eru. Tað hevur man so mett, at talan er um, og tí skulu vit umhugsa, um vit skulu gera eina roynd at fáa revsingina niður aftur á 12 ár, sigur Annfinn Hansen.
Hann vísir á, at málið er serligt, tí líkið er burtur.
- So fáa vit at síggja um 14 dagar, um málið verður roynt við Hægsta Rætt, sigur Annfinn Hansen.