Dómurin hjá EB/Streymi kunngjørdur í kvøld

Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum er í dag savnað, har tey viðgera hoyringssvar frá EB/Streymi í málinum um fíggjarundandrátt í EB/Streymi.

 

Mikukvøldið í farnu viku kom Aganevndin til eina niðurstøðu í málinum, har ein fyrrverandi fíggjarleiðari í Formula og kassameistari hjá EB/Streymi skal hava flutt felagnum stívliga fimm milliónir krónur.

 

Niðurstøðan er send EB/Streymi til hoyringar. Vanligt er, at partarnir hava tríggjar dagar at svara í, men Aganevndin gjørdi beinanvegin av at leingja svarfreistina til mánadagin, sum var í gjár.

 

Sum skilst hevur EB/Streymur ynskt at longt um hesa svarfreist og hesum hevur aganevndin í øllum førum partvíst játtað. Í øllum førum kom eingin almenn fráboðan frá Aganevndini í gjár, men tá nevndin fundast í hesi løtu, er ikki óhugsandi, at ein fráboðan kemur seinni í dag.

 

Líkamikið hvør avgerðin hjá aganevndini verður, er ikki víst, at endaliga orðið er sagt. Um ein møgulig revsing er hægri enn tey kriterium, sum eru ásett í reglugerðini, kann málið kærast. Í reglugerðini fyri Aganevndina og Yvirkærunevndina stendur nevniliga, at: “Kærurætt hava feløg og einstaklingar, sum verða beinleiðis raktir av eini avgerð og onnur, sum hava ein serstaka og konkretan rættarligan áhuga í málinum"

 

Við øðrum orðum kann EB/Streymur kæra ein møguligan dóm frá aganevndini, um felagið metur hann vera ov harðan. Og halda onnur, at ein møguligur dómur er ov linur, kunnu tey eisini kæra.