Dómurin endaligur

Dómurin ímóti tí 25 ára gamla íslendinginum, sum varð dømdur í Føroyum í tí sokallaða Norðsjørnumálinum, skal ikki í Hægstarætt og er sostatt endaligur Ákæruvaldið hevur nú boðað frá, at tað fer ikki at biðja Hægstarætt taka støðu til dómin ímóti einum íslendingi, sum fekk sjey ára fongsulsrevsing í einum nevningatingi í Føroya rætti fyri góðum fjúrtan døgum siðani. Tað sigur Kringvarpið.

Tann dømdi fer heldur ikki víðari við málinum, og tískil er dómurin endaligur. Umframt fongsul í sjey ár er maðurin vístur úr Føroyum med alla.

Maðurin er framvegis varðhaldsfongslaður í Havn. Hann hevur biðið um at sleppa til Íslands at sita dómin. Í løtuni verður kannað við hvørjum treytum, tað kann gerast. Hann skal eisini gjalda sakarmálskostnaðin.

Kelda: Kringvarpið