Brúkarar kring allan heim hava eftir øllum at døma rindað á leið 10% ov nógv fyri hítir og aðrar gummivørur í tíðarskeiðinum 1993 til 2002. Mikudagin feldi ES-ráðið dóm yvir fleiri chloropren-framleiðarar, tí hesir høvdu framt kartel-virksemi, sum hevði við sær alt ov høgar brúkaraprísir. Bótin til framleiðaranar var 1,8 mia kr.