Eitt tap, burturvísing av heimavallarrættinum og eina stóra bót. Hetta kann danska fótbóltssambandið vænta sær, eftir at ein vitleysur áskoðari um vikuskiftið rann inn á vøllin í Parkini og leyp á dómaran, Herbert Fandel, sum dømdi dystin millum Danmark og Svøríki.
Eingin avgerð er tó tikin enn, og UEFA boðar nú frá, at avgerð verður tikin á fundi fríggjadagin.
Gerningsmaðurin, ein 29 ára gamal dani, er nú leyslatin eftir at hava verið til avhoyringar.