Dómur fall í dag í sakarmálinum millum Vinnuna, eigararnir av Varðanum í Gøtu, og TAKS. Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at eigararnir av Varðanum eru fríkendir og at TAKS skal rinda teimum tvær milliónir krónur í sakarmálskostnaði. Niðurstøðan hjá Skattakærunevndini verður tí standandi.
Málið snýr seg um partabrøvini í Varðanum. TAKS stevndi eigarunum, tá teir í 2005 seldu partabrøvini til eitt holdingfelag, sum teir sjálvur átti, men stutt seinni løgdu holdingfelagið og Varðan saman aftur í sama felag. TAKS vildi vera við, at partabrøvini ikki blivu seld, men at talan var um útlutan, sum tí var skattskyldug.
Les eisini Kann kosta landskassanum 300 milliónir krónur
Endin av drúgva sakarmálinum, sum endaði heilt í Hægsta Rætti var, at TAKS vann og eigararnir skuldu tí rinda 53,4 milliónir krónur í skatti.
Les eisini Skulu gjalda TAKS um 70 milliónir krónur
Nýggja málið snýr seg um, at eigararnir vilja vera við, at um partabrøvini ikki blivu seld tá, sum Hægsti Rættur staðfesti, so kunnu partabrøvini seljast í dag - við stórum skattaavsláttri. Lógin er soleiðis sett saman, at partabrøv, sum ein átti áðrenn 2007, kunnu seljast uttan at skattur skal rindast av virðinum, sum partabrøvini høvdu í 2007.
TAKS metti ikki, at dómurin hjá Hægsta Rætti hevði nakrar skattatekniskar avleiðingar, og tí eiga eigararnir, um teir velja at selja partabrøvini, at rinda skatt av allari søluupphæddini.
Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er tó greið - umflokkingin hjá TAKS ger, at teir saksøktu, tað eru eigararnir av Varðanum, varðveita rættin at selja partabrøvini lutvíst skattafrí, sambært grein 28 í kapitalvinningsskattalógini.
Ein grannskoðari hevur roknað virðið á Varðanum út til at vera 890 milliónir krónur. Tað merkir, at um eigararnir av Varðanum skuldu selt Varðan, høvdu fyrstu 890 milliónir krónurnar av søluprísinum verið skattafríar. Tað snýr seg altso um nærum 300 milliónir skattafríar krónur, sum eigararnir fáa í sín part - um teir skuldu selt.
Christian Andreasen, sakførari hjá P/F Vinnuni, sum eigur Varðan, sigur í stuttari viðmerking við KVF, at hann er sera væl nøgdur við dómin.
- Føroya rættur staðfestir, at partabrøvini ongantíð eru seld, eins og TAKS førdi fram í Hægsta Rætti. Tí kunnu eigararnir nú selja partabrøvini skattafrítt. Nú hava vit fingið viðhald tvær ferðir, bæði í Skattakærunevndini og Føroya rætti, so eg haldi, at dómurin er rættiliga greiður.
Les eisini Teir verða dupultskattaðir
Enn er ikki greitt, um TAKS fer at skjóta dómin inn fyri Eystara Landsrætt.