Dómur fallin

.

Fyri tíð síðani skrivaðu vit her í blaðnum um mál, har ósemja var millum starvsfólk á eini hárfríðkannarstovu og eigaran av stovuni. Ósemja var um lønarviðurskifti í samband við byrjan av lærusáttmála og starvstíð.

Rætturin hevur nú felt dóm í málinum. Talan er um 3 mál, ið eru lík og Havnar Handverkarafelag hevur verið umboð hjá hárfríðkarunum, ið settu fram endurgjaldskrav mótvegis arbeiðsgevaranum.

Rætturin hevur gjørt av, at eigarin av hárfríðkannarstovuni skal gjalda teimum 3 starvsfólkunum tilsamans 123.013,99 krónur í endurgjaldi.Enn er ikki greitt, um dómurin verður kærdur.