Á Dímunargarði í starvsvenjing

- Tær hava verið í fjósinum morgun og kvøld, tær hava arbeitt við skinnum, og tær hava tikið upp røtur.

 

Tað er ikki óvanligt, at næmingar, sum ganga í framhaldsskúla, velja at fara á eina útoyggj at hjálpa til á bóndagarði og annars taka sær av tí, sum hoyrir einum garði til.

Soleiðis er eisini hjá teimum, sum reka Dímunargarð í Stóru Dímun, har tey av og á hava starvsnæmingar úr framhaldsskúlunum.

- Vit hava seinastu tvær vikurnar havt starvsnæmingar úr Klaksvík. Esther og Maria, sum ganga í 9. flokki á Skúlatrøð, hava hjálpt til við tí dagliga arbeiðnum í oynni.

Á Facebook-síðuni hjá Dímunargarði verður víst á, at Esther og Maria hava verið í fjósinum morgun og kvøld, tær hava arbeitt við skinnum, og tær hava tikið upp røtur.

- Eisini børnini høvdu stóra gleði av teimum. Vit ynskja teimum báðum alt tað besta framyvir, siga tey á Facebook-síðuni hjá Dímunargarði.

##med2##