Ein samveldisdómstólur í San Francisco, USA hevur avgjørt, at stjórnin hjá Donald Trump, forseta, ikki hevur heimild til at brúka pengar frá fíggjarætlanini hjá herinum til at byggja ein múr á markinum til Mexico.
Tað sigur NBC News.
Við tveimmum atkvøðum ímóti einari søgdu dómararnir, at tað er í stríð við grundlógina og ólógligt at flyta 2,5 milliardir dollarar, sum Kongressin hevur játtað til herin.
– Hesir pengar vórðu játtaðir til onnur endamál, verður sagt.
Og tað hevði veri í st´rið við grundlógina, tí har er eingin samtykt, sum gevur loyvi til at gera hatta.
Dómarin í Ninth U. S. Circuit Court of Appeal, sum er ímóti avgerðin, er Daniel Collins. Hann er útnevndur av Trump.
Trump forseti hevur síðani byrjan av valskeiðinum gjørt byggingina av einum múr til Mexico til eina av sínum týdningarmertu verkætlanum.
Hann hevur hildið uppá, at tað fer at vera tað munadyggasta vápnið at steðga millónum av ólógligum flóttarfólkum úr Miðamerika at sleppa til USA.
Kongressin hevur higartil noktað at játta pengar til at byggja múrin.
/ritzau/