Dómstólur skal taka avgerð um hárfríðkanarprísir

Í Danmark skal ein dómstólur nú taka avgerð um, hvørt tað er í lagið, at tað er dýrari hjá kvinnum at klippa hárið á einari hárfríðkanarstovu, enn tað er hjá monnum.

Javnstøðunevndin í Danmark hevur avgjørt, at tað er ólógligt, tá ið hárfríðkanarstovur í Danmark krevja hægri prísir fyri at klippa kvinnum. Tað er at gera mismun millum kvinnur og menn, heldur javnstøðunevndin.

 

Hetta hevur so ført við sær, at felagið hjá hárfríðkanum í Danmark, Dofk, hevur tikið avgerð um at kæra avgerðina.

 

- Tað krevur meira at klippa kvinnum. Frisørar meta kostnaðin út frá hvussu leingið tað tekur at klippa, og hvat tað kostar at dríva fyritøkuna, sigur Connie Mikkelsen, forkvinna í Dofk. Hon staðfestir, at tað ikki er rætt, at hárfríðkanarstovur nú skulu til at leggja allan kostnaðin um.

 

Felagið hjá hárfríðkanum í Danmark vísir eisini á, at avgerðin hjá javnstøðunevndini fer at hava tað ávirkan, at allar hárfríðkanarstovur í Danmark nú skulu tvingast undir eina avgerð, sum tey als ikki eru hoyrd um.

 

Hetta málið kom fram, tí ein kvinna gjørdist ørg um eitt skeltið í vindeyganum hjá einari hárfríðkanarstovu í Danmark, har tað vísti hvat kostnaðurin var hjá kvinnum og monnum at klippa sær hárið. Her varð greitt, at kostnaðurin fyri kvinnur var hægri.

 

Hetta veit heimasíðan hjá DR at siga í dag.