Dómsnevndin viðgerð HB-málið

Dómsnevndin hjá Fótbóltssambandinum er farið undir viðgerðina av málinum um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen. HB hevur kært avgerðina hjá Kappingarnevndini hjá FSF um, at HB skal tapa steypadystin ímóti VB/Sumba, tí spæliloyvið hjá HB-áleyparanum var ikki komið upp á pláss áðrenn dystin. Hetta er aðru ferð, at Dómsnevndin hjá FSF skal taka støðu í málinum
- Vit hava nú eina leypandi viðgerð av málinum, og eg dugi einki at siga um, nær vit koma til eina niðurstøðu, sigur Høgni Høgnesen, formaður í Dómsnevndini.
Fellur avgerðini í hesari vikuni?
- Eg dugi ikki at siga tað í løtuni. Málið skal hava sína viðgerð, áðrenn vit taka niðurstøðuna.