Fótbóltur
Dómsnevndin hjá FSF viðgjørdi sunnudagin kærurnar, sum B36 og KÍ høvdu sent inn, eftir at starvsnevndin hjá FSF hevði gjørt av, at tey bæði feløgini skuldu dømast at tapa sínar dysitr í steypakappingini.
Undan viðgerðini fingu feløgini høvi at leggja síni sjónarmið í málinum fram, men hetta broytti tó einki viðvíkjandi niðurstøðuni. Hon er framhaldandi tann, at vantandi spæliloyvi skal kosta, og so mugu tey bæði feløgini smyrja seg við, at tey ikki longur eru partur av kappingini.
Ikki nøgd
Sum skilst, so eru feløgini tó alt annað enn nøgd um hetta. Í B36 høvdu tey ført fram, at Eyðun Højgaard ongantíð var leysgivin frá felagnum, tí talan ikki hevði verið um serstakt flytingarskjal, tá spæliloyvi hansara varð flutt til ÍF Føroyar.
Ístaðin var ein teldupostur nýttur at vátta flytingina við. Nakað sum tey í B36 ikki halda kann vera rætt, tá starvsnevndin í sínum dómi staðfesti, at spæliloyvini eru ein fundamentalur partur av føroysku fótbóltsskipanini.
Tí vildi B36 vera við, at tað mátti verið eins grundleggjandi, at røttu skjølini verða nýtt í samband við flytingar av spæliloyvum, men hesum varð dómsnevndin ikki samd við. Haðani vóru boðini, at tá B36 hevur svarað við telduposti, hava tey samstundis góðtikið, at serstaka flytingarskjalið ikki verður nýtt, og soleiðis er flytingin av Eyðuni Højgaard staðfest.
Stendur ikki mát
Klaksvíkingar førdu serliga fram, at revsingin fyri mistakið als ikki stóð mát við brotið, men hesum var dómsnevndin ósamd í. Boðini vóru og eru, at spæliloyvi skal til, tá kappast verður í lands- og/ella steypakapping, og so mátti KÍ eisini taka til takkar við, at teir ikki eru partur av steypakappingini.
So er spurningurin, hvørt gamli sigurin hjá B36 og KÍ við ólavsøkudysti millum feløgini verður uppafturtikin. Sum onkur klaksvíkingur tók til, so kundi talan so verið um eina steypafinalu millum tey bæði liðini, sum burdu verið partur av finaluni. Og so kundi Anfinn Kallsberg, sum burdi verið løgmaður, hóskandi handað steypið!