Dómsnevndin ógildað dómin hjá kappingarnevndini

Dómsnevndin valdi í gjár at ógilda dómin hjá kappingarnevndini í málinum um Hans Áka Dal Christiansen orsaka av álvarsligum formligum feilum í málsviðgerðini

Fyri knøppum trimum vikum síðani leiktu Neistin og Kyndil grannauppgerð í høllini á Hálsi. Dystirnir millum Kyndil og Neistan plaga ofta at vera spennandi, og í so máta var hesin dysturin einki undantak. Dysturin endaði nevniliga við javnleiki, men tað, sum flest øll minnast um dystin, er rokið sum stóðst eftir dystarlok. Her vóru leikarar, áskoðarar, venjarar og hjálparfólk mest sum í einum roki, og ilt er at meta um, hvat veruliga hendi inni í øllum rokanum.
Endin av øllum var tó, at kæra bleiv reist ímóti Hans Áka Dal Christiansen, sum tann 20. desember bleiv dømdur leikbann í tríggjar dystir av kappingarnevndini hjá hondbóltssambandinum. Um nakar helt, at málið um Hans Áka Dal Christiansen var liðugt nú, so fóru tey heilt av leið, tí hetta var bert byrjanin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kyndilsleikarar av landsliðnum
Skjótt var greitt, at Kyndil ikki ætlaði at góðtaka úrskurðin hjá kappingarnevndini í hesum máli, og millum jól og nýggjár hevði felagið fund, har tey tosaðu um, hvat tey skuldu gera víðari í málinum um Hans Áka Dal Christiansen.
Endin var, at Kyndil valdi at kæra málið til dómsnevndina, samstundis sum teir valdu at taka allar sínar leikarar av landsliðnum, sum var á venjingarlegu júst í døgunum undan nýggja árinum. Avboðini til landsliðið blivu tikin illa upp av landsliðsvenjaranum, sum helt tað vera púra burtur við, at Kyndil blandaði landsliðið upp í hetta málið, serliga tá ið landsliðið slett einki hevði at gera við hetta málið.
Kyndil hevði tó tikið sína avgerð. Málið endaði í dómsnevndini, og eingin kyndilsleikari var at finna til venjingarnar, sum landsliðið hevði tann 29. og 30. desember.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hans Áki aftur í eldin
Flest øll mundu koma væl inn í tað nýggja árið, og hjá flest øllum hondbóltsáhugaðum ráddi nú bert um at bíða, tí ikki fór at vera leingi, áðrenn dómsnevndin kom til eina niðurstøðu í málinum um Hans Áka. Tann 7. januar skuldi endaspælið í hondbóltinum jú skjótast í gongd, og málið mátti avgreiðast áðrenn henda dag.
Í gjár, hósdagin tann 5. januar, kom so dagurin, tá ið dómsnevndin tók avgerð í málinum um Hans Áka Dal Christiansen. Dómsnevndin valdi at ógilda úrskurðin, sum kappingarnevndin kom fram til tann 20. desember. Dómsnevndin metti nevniliga, at kappingarnevndin hevði gjørt so mikið álvarsligar formligar feilir í málsviðgerðini, at avgerðin um leikbann til Hans Áka Dal Christiansen átti at vera ógildað. Dómsnevndin hevur ikki tikið støðu til, um misbrot var framt av Hans Áka Dal Christiansen, ella um eitt slíkt misbrot skuldi fingið avleiðingar.
Sostatt er nú greitt, at Hans Áki Dal Christiansen skal í eldin, tá Kyndil vitjar hjá H71 í Hoyvík sunnudagin.
Sjálvt um dómsnevndin hevur ógildað avgerðina hjá kappingarnevndini, so verður hetta neyvan tað síðsta, sum vit fara at hoyra um hetta málið. Kyndil valdi nevniliga at draga landsliðið inn í málið um Hans Áka, og eftir øllum at døma fer hetta at fáa álvarsligar fylgjur fyri kyndilsleikararnar. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsligar fylgjurnar vera, men leikararnir kunnu eftir øllum at døma vænta sær leikbann frá landsliðnum.