Dómsnevndin í finalustríðið

Tað verður Dómsnevndin hjá Hondbóltssambandinum, sum skal taka støðu til, hvørt Nicoleta Radu Hansen verður við hjá Neistanum, tá tær leygardagin spæla næsta finaludystin móti Stjørnuni

Hondbóltur

Nervakríggið er byrjað, skrivaðu vit í týsdagsútgávu okkara, tá tað kom fram, at Stjørnan hevði sent inn kæru um atburðin hjá Neistaspælara í fyrsta finaludystinum í Sunset-kappingini.
Heilt ítøkliga snýr málið seg um, at Nicoleta Radu Hansen á sjónvarpsmyndum sást sláa Báru Skaale Klakstein, og tað er ein hending, sum sambært Stjørnuni skal fáa fylgjur.
Í bløðunum hava umboð fyri Kappingarnevndina í vikuni staðfest, at tey fáa ikki tikið støðu til hendingar, grundað á sjónbandaupptøkur, og tí er kæran avvíst frá Kappingarnevndini.

Mugu arbeiða skjótt
Stjørnan hevur síðani kært málið til Dómsnevndina, og har verður í løtuni arbeitt við fullari ferð.
 Vit hava fingið eitt mál, sum vit sjálvandi skulu taka støðu til. Og tann støðutakanin má helst takast skjóast gjørligt, sigur Niels Nattestad, limur í Dómsnevndini.
Við »skjótast gjørligt« verður sipað til, at liðini bæði skulu á vøllin klokkan 15 leygardagin, so er neyðugt, at avgerðin er follin innan ta tíð. Ikki minst, tí komandi Challenge Trophy avbjóðingin hjá kvinnulandsliðnum ger tað mest sum ógjørligt at flyta dystin nakað sum helst.
 Nær viðgerðin er liðug, vita vit ikki. Vit eru í ferð við at tosa við DHF og EHF, og so mugu vit taka støðu út frá hesum. Tað stendur tó greitt, at vit ikki kunnu broyta nakra meting hjá dómarunum. Hinvegin er spurningurin, hvørt Dómsnevndin kann ella skal nýta sjónbandaupptøkur í slíkum discipliner-málum. Her hava vit ongar staðfestar reglur fyri hondbóltin, og tað er tann spurningurin, sum vit royna at svara, staðfestir Niels Nattestad.