Dómsnevndin er kunngjørd

Útlendska dómsnevndin, ið hevur valt vinnarin av AME sangkappingini er er mannað av nógvum ymiskum fólki, ið virka innanfyri tónleikaídnaðin í ymiskum londum.

Her eru umboð fyri festivalar, plátufeløg, felagskapir og tónleikamiðlar út Danmark, Noregi, Íslandi og USA.

Seinastu vikurnar hevur dómsnevndin lurtað eftir teimum 21 tilnevndu løgunum, og síðan atkvøtt um, hvat lag skal vinna stóra heiðurin, tær kr. 75.000 og luttøkuna á AME-Føroyar.

 

Tey tólv, ið mannað útlendsku dómsnevndina eru:

 

Brynhild Kalsø Hansen PDH Music DK

Helene Broch Verkætlanarstjóri, Music Export Norway(NO)

Jens Ove Friis Stjóri, Recart Music (DK)

Lars Charlie Mortensen Tónleikábyrgdarfólk og talsmaður, Jelling Festivalen(DK)

Sarah-Chanderia Hacate Entertainment Group USA/NO

Kathrine Bækkevold Produkt Leiðari: Interscope, Geffen, A&M, Universal US, Motown, Dreamworks (NO)

Peter Møller Madsen Tónleikábyrgdarfólk og talsmaður, Nibefestivalen(DK)

Birgitte Mandelid Tónleikatíðindafólk og vegna Øyafestivalen (NO)

Michael Callesen Rosa - Dansk Rock Samråd(DK)

Ásgeir Eyþórsson Promotari og tónlistasamskipari í Reykjavík(IS)

Poul Henrik Jensen DJBFA(DK)

Þorvaldur Bjarni Þorvaldsson Tónleikari, sangskrivari, sangari í ?Todmoblie? (IS) luttikið í Eurovision fleiri ferð