Spæliloyvi
Eftir at tað týsdagin um døgurðaleitið stóð greitt, at bæði KÍ og B36 vórðu dømd at tapa sínar dystir í kappingini um løgmanssteypið, gekk ikki long tíð, áðrenn kærur um málið vóru ávegis til dómsnevndina.
Tað man vera litil ivi um, at bæði feløgini hava sæð tað sum sína skyldu, at fáa dómsnevndina at hyggja at málinum. Kanska ikki so nógv, tí tey rokna við einum broyttum dómi, men kanska heldur, tí á hendan hátt verður seinasti møguleikin troyttur.
Løgfrøðin er longu eftirspurd
Tá kært verður til dómsnevndina, so er vanligt, at nevndin fyrst og fremst tekur støði í teirri viðgerð, sum málið hevur fingið í kappingarnevndini. Og bara hetta í sjálvum sær ber helst boð um, at tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at feløgini fáa viðhald í sínum kærum.
Tað man vera sjáldan, at eitt einstakt mál hevur fingið somikið drúgva og helst eisini gjølla viðgerð í kappingarnevndini, sum málið um spæliloyvini hjá KÍ og B36. Ikki færri enn fýra ymsar frágreiðingar liggja sum grund fyri úrskurðinum. Ein frá feløgunum, ein frá fyrisitingini, ein frá kappingarnevndini og ein ein løgfrøðislig. Ikki minst hendan seinasta er nakað óvanlig, og bendir tí á, at málini eru kannað at kalla til botns, áðrenn úrskurðurin varð gjørdur.
KÍ vil endurskoða dómin
Tá kæra verður send FSF, so ber illa til at fáa hendan útlýggjaðan til miðlarnar, men sum skilst, so er talan um tvær heilt ólíkar kærur, sum verða sendar.
Í tíðindaskrivinum, sum KÍ lat fjølmiðlunum varð staðfest, at felagið helt revsingina als ikki standa mát við misbrotið, og at felagið tí vil hava dómsnevndina at viðgera málið av nýggjum. Hartil hevur KÍ biðið um innlit í sjálva málsviðgerðina, men tað má tó metast sum sera ivasamt, um teir fáa atgongd til hetta.
Ein spurningur, sum tó hevur verið at hoyrt sum seiglívaður slatur kring málið, er, at kÍ ikki var so heilt óvitandi um, at spælararnir ikki høvdu loyvi at spæla í dystinum móti Fram. Sum skilst, so hava klaksvíkingar undan dystinum verið í samband við fuglfirðingar um spæliloyvini hjá Karstin Joensen og Høgna Madsen, sum báðir skiftu frá ÍF í vetur. Tað ber sjálvandi illa til at skjalprógva, at so er, men tað styrkir neyvan sakina hjá KÍ, um slík tíðindini ganga.
B36 við nýggjum grundgevingum
Hjá B36 er talan helst um eina heldur øðrvísi kæru. Felagið vil ikki upplýsa annað, enn at tey halda seg hava eina góða søk, men sum skilst á øllum brøgdum, so hevur felagið reist spurningin, hvørt Eyðun Højgaard nakrantíð var leysgivin frá felagnum.
Hesin spurningurin er settur, tí leysgevingin byggir á teldupost millum táverandi samskiparan í B36 og FSF, og altso ikki á vanligu skjølini, sum plaga at verða nýtt í slíkum førum.
Sum vit áður hava nevnt, so má tað tó metast sum sera ivasamt, hvørt dómsnevndin fer at broyta áskoðan av hesum ávum. Teldupostur er jú vorðið eitt alsamt vanligari samskiftisamboð seinnu árini, og Eyðun Højgaard er neyvan einasti leikarin, sum er leyslatin við hesum skjalprógvi. Eisini hóast grein 15 í kappingarreglunum staðfestir at galdandi loyvisbræv skal latast kappingarnevndini við átekning frá felagnum.
Fer dómsnevndin at geva B36 viðhald í hesum, so er vandi fyri, at talan verður um øgiliga fløkju viðvíkjandi spæliloyvum. Sambært teimum upplýsingum, sum vit hava fingið, so er als ikki óvanligt, at spæliloyvi verða avgreidd umvegis teldupost, og tí kann roknast við reinum ruðuleika á økinum, um B36 fær viðhald í sínum páhaldi.
Nýtt spæliloyvi við flyting
Og hartil er eisini annað fyrilit, sum talar ímóti, B36 yvirhøvur kann fáa viðhald í kæru síni. Tí hóast dómsnevndin skuldi komið til ta støðu, at spælarin ikki er leyslatin frá B36, so skuldi hann kortini havt endurnýggjað spæliloyvið, tá hann flutti til Føroya.
Grein 18, 2 í kappingarreglunum staðfestir, at: » Føroyingur, sum hevur fastan bústað uttanlands, kann fáa loyvisbræv til at leika í Føroyum, tá váttan sambært grein 17, stk. 3 fyriliggur.«
Og av grein 17,3 framgongur, at útlendskur leikari bert kann fáa loyvisbræv, um váttan frá útlendska fótbóltssambandinum fyriliggur um, at leikarin er leysgivin. Tann váttanin var eftir øllum at døma hjá DBU, men B36 hevði ikki biðið um hesa, og tí er einki nýtt spæliloyvi útskrivað.
Als ikki so prinsipielt
Og at enda kundi so eisini verið viðmerkt, at hóast drúgvu viðgerðina, sum málið hevur fingið, so er talan kanska als ikki um so prinsipielt mál, sum tað hevur verið gjørt til. Reglan hevur altíð verið tann, at uttan spæliloyvi kanst tú ikki spæla. Gert tú tað, so hevur liðið tapt dystin.
Júst hetta var eisini høvuðsgrundgevingin hjá FSF í úrskurðinum. Nevnliga at spæliloyvini eru ein fundamentalur partur av føroysku fótbóltsskipanini. Og skal nakað prinsipielt takast út frá úrskurðinum, so má tað væl verða tann veruleiki, at týdningurin av spæliloyvunum varð staðfestur.










