Ódámlig partroling hjá Jóannesi og Gerhardi

Tað gevur atkvøður at seta niður á samkynd. Tað gevur eisini atkvøður at verja samkynd. Tí ger Javnaðarflokkurin bæði

Sjúrður Skaale

Alt tað, sum ein flokkur ella ein politikari sigur, kann metast sum ein vøra, hann selur. Politikararnir bjóða fram meiningar, og fjórða hvørt ár kunnu vit við okkara atkvøðu keypa ta meining, sum okkum dámar best.
Í farnu viku kom starvsnevnd Javnaðarfloksins við eini yvirlýsing um, at hon fordømir ta jagstran og tann ágang, sum í alt størri mun verður framdur ímóti samkyndum í okkara samfelag. Yvirlýsingin var ein vøra, ið varð boðin fram á tí politiska meiningarmarknaðinum.
Tað er ikki løgið, at vøran varð boðin fram júst í síðstu viku, tí eftir tað, sum er hent farnu tíðina, man tolsemi mótvegis samkyndum helst verða ein eftirspurd politisk vøra.
At vøran er eftirspurd mundi eisini vera orsøkin til, at Jóannes Eidesgaard, dagin eftir yvirlýsingina, skrivaði hetta í bløðini:
Eg kenni ein djúpan ótta langt inn í sálina. Ein ótta fyri, at tað frá almennari síðu verða send út signal um, at tað er heilt í lagi at halda, at tey, sum eru samkynd, ikki hava sama status sum hini í hesum samfelag. Hesin vandi er eyðsýnt til staðar, tá hugsað verður um, at nakrir av okkara mest sjónligu politikarum ikki aftra seg at hava almennar meiningar um tey samkyndu. Meiningar, sum ikki fjala, at hesi verða minni vird enn hinkynd.
Hetta var ikki at fara skeivur av: Nú verða samkynd so illa viðfarin, at okkurt má gerast. Og Javnaðarflokkurin og tess formaður vísa vegin!
Sama kvøld, sum greinin stóð í bløðunum, var Jóannes gestur í sjónvarpinum. Og tá gjørdi hann aftur Javnaðarflokkin til tann stóra verjan hjá samkyndum: Eg haldi tað vera øgiliga týdningarmikið at Javnaðarflokkurin signalerar hvat Javnaðarflokkurin stendur fyri, og er tað nakað sum er eitt av okkara vørumerkjum, so er tað tolsemi í samfelagnum, segði hann.
Tær søgur, miðlarnir farnu vikurnar hava borið um happing av samkyndum, ger sjálvsagt fólk bæði hørm og ill. Her má okkurt gerast, hugsa tey. Og tí var offensivur Javnaðarfloksins í síðstu viku snildur taktikkur. Flokkurin fekk tann nógva vindin av vreiði og harmi at blæsa í síni segl.
Tað hevði eisini verið í fínasta lagi, um flokkurin veruliga stóð fyri tí, sum hann nú sigur seg standa fyri.
Men tað ger hann ikki.

Góðtikin demonisering
Stríðið um hvørji rættindi samkynd skulu hava, hevur leingi leikað í Føroyum. Blóðið hevur verið heitt, og nógv av tí, sum er sagt, hevur verið øgiliga ógvusligt.
Tá tosað varð um, hvørt samkynd skuldu hava eini ávís rættindi, sum aðrir borgarar hava, var okkara mentamálaráðharri, Jógvan á Lakjuni, kanska tann ógvusligasti av øllum. Hann segði, at fingu tey samkyndu hesi rættindi, so fór ein vanlukka at raka Føroyar. Javnsettu vit samkynd við onnur, ja, so fóru hægri maktir at revsa okkara land.
Hetta var ein beinleiðis og púra óhoyrd demonisering av ávísum fólkum í Føroyum  og hon kom av ovastu rók í Mentamálaráðnum.
Tá slíkt kemur frá landsins leiðslu, so er slóðað fyri, at onkur fullur idiotur tekur táttin upp, og nýtir nevan á einum vertshúsi.
Tí hevði valla nakar annar mentamálaráðharri í vesturheiminum verið sitandi leingi afturat, eftir at hava ført tílíkt fram. Hann hevði ið hvussu er fingið eina álvarsama átalu frá stjórnarleiðaranum.
Men okkara mentamálaráðharri situr undir einum stjórnarleiðara, sum eitur Jóannes Eidesgaard. Og Jóannes gjørdi einki...

Brot á reglugerð
Gerhard Lognberg, tingmaður, skrivaði einaferð, at hann ikki hevði sett ein samkyndan í starv sum lærara.
Nú er tað bæði brot á mannarættindi og galdandi reglugerðir at nokta einum persóni starv av hesi orsøk, men tað legði Gerhard líka í. Hóast hann sjálvur er lóggevari, hevði hann brotið galdandi skipan fyri at halda tí samkynda uttan fyri skúlans gátt.
Tá ein tingmaður fer so langt, er sjálvsagt hugsandi, at onkur fullur kloddi tekur táttin upp, og nýtir nevan á einum vertshúsi.
Í Føroyum tók sjálvt Miðflokkurin greiða frástøðu frá útsøgnini. Og leiðararnir í flestu flokkum í vesturheiminum høvdu helst beinanvegin kravt, at útsøgnin varð tikin aftur.
Men leiðarin hjá umrødda politikara nevnist Jóannes Eidesgaard. Og Jóannes gjørdi einki...

Spælir dupultspæl
Tað er einki at ivast í, at Jóannes Eidesgaard persónliga meinar tað, hann sigur um hetta mál.
Men hann vil eisini øgiliga fegin verða sitandi sum løgmaður. Til tess krevst stuðul frá Fólkaflokkinum, og tí tordi hann einki at siga við mentamálaráðharran.
Jóannes vil eisini øgiliga fegin hava allar atkvøðurnar, sum flokkur hansara fær í Skopun. Tí tordi hann einki at siga við Gerhard.
Politikkur snýr seg um vald, og hesir menn tryggja Jóannesi valdið. Tí er tað, taktiskt sæð, væl skiljandi, at Jóannesi ikki vil stoyta teir frá sær.
Men hann kann ikki bæði blæsa og hava mjøl í munninum. Hann kann ikki bæði hava hesar menn undir sínum veingjabreiði, og samstundis sita í sjónvarpinum og siga, at tolsemi er Javnaðarfloksins vørumerki.
Sannleikin er, at ein atkvøða til Javnaðarflokkin eisini ein atkvøða fyri tí sjónarmiði, at samkynd ikki skulu sleppa at vera lærarar. Tað er hykl at hýsa hesum sjónarmiði, og samstundis tosa um tolsemi.

Bara Miðflokkurin er greiður
Í tí kókandi orðaskiftinum í løtuni gevur tað bæði atkvøður at niðurgera samkynd og at verja samkynd. Og politikarar seta sjálvsagt sínar dergur út, tí tá blóðið er heitt, eru atkvøðurnar leysar.
Men tað er bara ein flokkur í Føroyum, har veljarin í hesum spurningi veit, hvat hann fær fyri sína atkvøðu. Tað er Miðflokkurin. Allir hinir flokkarnir tosa við tveimum tungum  og tí hava teir ikki rætt at markera seg sum flokkar í hesum máli.
Allarminst Javnaðarflokkurin.