Fríggjamorgunin klokkan 7:43 skrivar løgmaður soleiðis á Facebook við síni iPhone:
»Góðan morgun Tað er ikki hissini javnaðarblaðið Sosialurin er eftir løgmanni um alt millum himmal og jørð.
Persónlig jagstran síðan løgtingsvalið er dagligdagur hjá blaðstjóranum«
Tað er harmuligt, at løgmaður ikki tolir at verða viðgjørdur kritiskt. Hann hevur vitað í eina tíð, at Sosialurin fór at kunngera, at løgmaður hevur sagt ósatt um fíggjarligu viðurskiftini í sínum partafeløgum. Men heldur enn at skíra Sosialin fyri at renna ørindi fyri Javnaðarflokkin, so átti hann at lagt skjølini á borðið, sum prógva, at hansara feløg hava svarað hvørjum sítt, sum hann hevur sagt, ella viðgingið at hann hevur logið.
Av tí at løgmaður hevur sagt ósatt um síni fíggjarligu viðurskifti eigur almenningurin at fáa fult innlit í, hvussu stór tap feløgini hjá løgmanni hava pádrigið øðrum – ikki minst landskassanum, sum løgmaður nú varðar av.









