Ódámlig byrjan hjá Eli Brimsvík

Var trupulleikin so stórur, sum hann sigur, skuldu tey komið til okkum fyrst

- Tað er óskiljandi og ódámligt, at Eli Brimsvík fer í fjølmiðlarnar við trupulleikanum, áðrenn hann kemur til okkum.

 

Tað halda tey í Vinnuhúsinum. Tað er nevniliga fallið teimum fyri bróstið, at Eli Brimsvík var her á www.info í gjár, hann hann vísti á, at summir arbeiðsgevarar ikki halda seg til sáttmálarnar og lógirnar.

 

Hann vísir á, at tað eru nakrir arbeiðsgevarar, sum hava fingið útlendingar til Føroya at arbeiða fyri 50 krónur um tíman. Tað eru eisini nakrir arbeiðsgevarar sum ikki rinda handverkarum ta eftirløn, teir eiga.

 

 

Les eisini: Til Føroya at arbeiða fyri 50 krónur um tíman

 

Les eisini: Eru til reiðar at draga arbeiðsgevarar í rættin

 

 

Og í hósdagin høvdu tey fund við Aksel V. Johannesen, løgmann og Henrik Old, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, um støðuna.

 

Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag vísa nú á, at høvusreglan er, at sáttmálarnir eru eisini galdandi fyri útlendskar handverkarar, sum arbeiða í Føroyum.

 

- Tað er eisini ein treyt, at fyritøkur, sum vilja verða góðkendar at seta útlendingar í starv, fylgja galdandi føroysku sáttmálunum.

 

- Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag er samd um, at allar sáttmálar verða hildnir, siga tey í Vinnuhúsinum

- Hetta eigur spurnartekin als ikki at verða sett við, leggja tey afturat.

 

- Tað undrar okkum tí almikið, at vit als ikki hava hoyrt um hesar trupulleikar, sum Havnar Handverkarafelag vísir á, siga Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

- Er tað onkur av okkara limum, sum ikki halda sáttmálan, er tað einasta rætta at venda sær til okkara, so til ber at fáa viðurskiftini í rættlag, siga tey í Vinnuhúsinum.

 

- Tað er óskiljandi og ódámligt at byrjað verður í fjølmiðlunum, leggja tey afturat.

 

Tað er Landsfelag Handverkaranna, sum ger sáttmála við Handverksmeistararnar, eisini vegna Havnar Handverkarafelag.

 

Og Vinnuhúsið heitir nú á Havnar Handverkarafelag um at venda sær til Landsfelag handverkarann við trupulleikanum, so at landsfelagið so aftur kann venda sær til Vinnuhúsið at loysa trupulleikar, so hvørt teir taka seg upp.