Dómkirkjan ringir fyri prinsi

Sunnudagin verður tøgn í ein minutt undir gudstænastuni fyri at minnast Heindrik, prins.

Dómkirkjan, tað er Havnar kirkja, ringir fyri Heindriki prinsi, sum verður kórsettur í dag.

 

Jógvan Fríðriksson, bispur, sigur við Miðlahúsið, at føroyska kirkjan hevur avgjørt, at dómkirkjan ringir vegna føroyska kirkjuna.

- Tænasturnar við føroysku kirkjurnar eru í stóran mun sjálvbodnar og tí hildu vit, at hetta var eitt ov stórt inntriv í gerandisdagin hjá fólki at biðja allar kirkjurnar ringja í dag. Tí valdu vit at lata dómkirkjuna ringja fyri Føroyar og føroyingar, sigur bispur.

 

Dómkirkjan ringdi millum klokkan 09.30 og 10 og fer aftur at ringja frá klokkan 11 til 11.30.

- Havnar kirkja er dómkirkja Føroya, og umboðar hendan dag føroysku fólkakirkjuna, ið á hendan hátt sýnir hansara kongaligu hátign, Heindriki prinsi, heiður og æru, stendur í skrivinum frá bispi til kirkjuráðið í Havnar kirkju.

 

Sunnudagin verður Heindrikur, prinsur, tó mintur í øllum føroyski kirkjunum.

- Eg havi sent eitt skriv til allar sóknarprestarnar og kirkjuráðini, har eg heiti á tey um at minnast prinsin við tøgn í eitt minutt, beint eftir kirkjubønina, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.

 

- Nú sunnudagin 25. februar minnast vit hansara kongaligu hátign, Heindrik, prins, við tøgn í ein minutt beint eftir kirkjubønina í øllum teimum føroysku kirkjunum. Ein stuttur tekstur verður skrivaður til hetta høvi og sendur kirkjuráðunum, stendur í skrivinum frá bispi.