Eitt samt kirkjuráð í Vor Frue Kirke er fyri at víga samkynd Danska kirkjumálaráðið setti í fjør eina nevnd, sum í heyst gjørdi eina frágreiðing um kirkjuna og skrásett parlag.
Frágreiðingin varð send kirkjuráðunum til hoyringar, og 17. desember var seinasta freist at svara.
- Hjúnarlagið er ikki ein guddommilig fyriskipan, men fyriskipað av menniskjum.
Tað sigur Anders Gadegaard, dómpróstur í Keypmannahavn við danska blaðið Politiken.
Og tí heldur hann tað ikki vera ein regla, at kvinnur skulu giftast við monnum, og menn við kvinnum.
Hetta hava próstur, prestar og kirkjuráð í Vor Frue Kirke í Keypmannahavn skrivað í sínum svari til Kirkjumálaráðið.