Dømingin verður torførari enn nakrantíð

- Tað ber ikki til at útpeika ein ella tveir bólkar út sum favorittar til at vinna finaluna, og tað er ikki hent fyrr í Prix Føroyar finalu, so eg vænti at dømingin verður torførari enn nakrantíð fyrr, sigur ein av føroysku dómarunum til Prix finaluna í kvøld


- Braquet er kanska einasti bólkur, sum kann metast sum veruligur outsidari í finaluni. Annars er ringt at taka dagar ímillum. Hatespeech eru væl fyri, MC-Hár kunnu yvirraska, og tað ljóðar, at Déjá Vu hava fingið nakrar áhugaverdar sangarar afturat sær, sum kunnu gera ein mun, so tað verður øgiliga spennandi, sigur ein av teimum føroysku dómarunum til Prix finaluna í kvøld, sum Sosialurin fekk orðið á.
Av tí at Prix Føroyar fyrireikararnir hava valt at halda nøvnini á Prix dómarunum loynilig, nevna vit ikki navnið hesum á dómara.
 
Púra opin finala
Sambært dómaranum, sum hevur roynt at verið dómari í Prix finalum áður, verður uppgávan í kvøld uttan iva tann torførasta nakrantíð hjá Prix dómarunum.
- Higartil hevur tað altíð verið onkur rímiliga klárur favorittur undan finaluni, og hesin favorittur hevur vunnið. Men soleiðis er ikki hesuferð. Her er eingin klárur favorittur. Rí er kappingin púra opin, sigur dómarin, sum hóast hann hevur størri vónir til nakrar bólkar enn aðrar, fer til finaluna við púra opnum oyrum og sinni.
- Tað skyldar man bólkunum, tí teir hava allir havt tíð til at arbeitt nógv við tónleikinum síðan undanumførini. So hóast eg longu havi sæð og hoyrt allar bólkarnar, so viski eg talvuna reina, áðrenn finaluna, sigur dómarin.
 
Vinnarin skal klára seg uttanlands
Í fyrra dømingarumfari verður dømt sum vanligt eftir einum føstum dømingarfrymli, men í seinna dømingarumfari, har eisini almenningurin sleppur framat at døma, skal hvør dómarari bert velja ein bólk út millum teir tríggjar, sum verða útvaldir í fyrra dømingarumfari.
- Í seinna dømingarumfari vænti eg, at eg fari at umhugsa støðuna heilt av nýggjum. Avgerðina fari eg so at taka útfrá hvussu tónleikararnir tykjast at trívast saman á pallinum og hvør hevur tað, sum skal til, fyri at klára seg uttan fyri Føroyar eisini, sigur dómarin.
 
Gott við fólksins dómi
Seinnu árini hava dómararnir verið einaráðandi, men nú verða fólk kring alt landið tikin upp á ráð. Tað dámar hesum dómaranum væl.
- Eg haldi tað vera fínt, at vanligi føroyingurin fær part í avgerðini. Hvat vanligi føroyingurin heldur um bólkarnar er áhugavert, eisini um man vil finna ein vinnara, sum megnar at gera vart við seg uttanlands. Men eg vóni bara at fólk minnast til at hetta er ein tónleikakapping og ikki fara at døma útfrá lokalum ella átrúnaðarligum bondum, tí tað gevur onga meining, sigur prixdómarin, sum í kvøld fer at lurta væl eftir hvørjum tóna, ið kemur út ígjøgnum ljóðanleggið í Norðurlandahúsinum.