Dømingin dró niður

Skal nakað veruligt minus setast á Challenge-Trophy kappingina í Italia, so slepst ikki undan at nevna dømingina.
Umframt at vera ein kapping, har hondbóltskvinnur úr átta ymsum londum stríddust um gull og æru, so var talan eisini um eitt dómaraskeið.
Og tað stóð skjótt greitt, at dómararnir á hesum skeiði ikki hoyrdu heima í nakrari elitu. Kanska vóru føroysku kvinnurnar ikki tær einastu, sum kendu sviðan av hesum, men serliga í Ísraels-dystinum var tað ófatuligt at síggja, at rumenska dómaraparið als ikki tóktist vita um nakra reglu fyri drál.
At somu dómarar so ? hóast harðan kritik ? eisini vórðu settar at døma teir báðar næstu dystirnar hjá okkara, tóktist eisini merkisvert.
At dómararnir í finaluni als ikki tóktust vilja geva okkara nakað sum helst, var so kanska meira ein staðfesting av, at dystirnir vórðu leiktir í Italia, og í so máta eitt gott dømi um, at royndirnar hjá parinum vóru ov fáar, tá rópini av áskoðaraplássunum gerast ov nógv.