Dømingin

   

10 fólk ? bæði menn og kvinnur ? meta um avrikini hjá bólkunum í teimum seks innleiðandi umførunum. Tey skulu geva stig fyri hesar fimm tættir:

- Framførsla.
- Soloavrik innan sang og ljóðføri.
- Samanspæl ella programmering.
- Tónlistarligar dygdir yvirhøvur.
- Aðrar dygdir.

Dómararnir kunnu lata hvørjum bólki í mesta lagi fimm stig fyri hvørt av punktunum. Tað vil siga, at ein bólkur kann fáa í mesta lagi 250 stig.