Dømi um vinnulig tyssi til Suðuroy

Tað eru Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sum hava gjørt uppleggið til vakstraravtaluna fyri Suðuroy. Tað er eisini ætlanin, at teir skulu arbeiða víðari við ætlanini.
Vakstraravtalan, sum nú er í umbúna at gera fyri Suðuroy, verður gjørd við fyrimynd í
Eyafjarðaravtaluni, sum fevnir um ein part av Norðurlandinum í Íslandi.
Har eru Vinnumálaráðið, Akureyrar Kommuna, Eyafjarða Ídnaðarmenningarfelag, Bygdastofnun, Hægri háskúlin í Akureyri, Ídnaðarmenningarstovnurin, Eyafjarðar Samstarvsfelag, Norðurlands Búskaparvirksemisstovan, fakfeløg í økinum og Útflutningsráð Íslands, gingin saman um avtalu fyri fýra ár um at menna økið.

Menna seg í fýra tyssum
Í Eyafjarðarætlanini er avrátt, at savna orkuna um at menna seg í fýra tyssum: Útbúgving og gransking, heilsuarbeiði, ferðavinnu og matframleiðslu.
– Endamálið við eini slíkari ætlan er, at hetta økið í Íslandi skal aftur gerast eitt áhugavert búsetingaralternativ til høvuðsstaðarøkið og fólkatalið skal fáast at vaksa aftur.
Samstundis skal kappingarførið betrast, so vøkstur aftur fæst í búskapin, arbeiðsmegin skal mennast og økjast skal um virki og størv í kappingargreinum, dentur skal leggjast á altjóða verkætlanir og at fáa útlendskar íløgur og vitan til økið
Og ætlanin er at miðja beinleiðis fram ímóti at gera eina líknandi avtalu fyri Suðuroy.
Uppgávan verður, saman við pørtunum í ætlaðu avtaluni, at finna fram til tey tyssi, ið skulu verða hornasteinar undir framtíðar menning í Suðuroy.
Teir siga, at tað fer at krevja eitt kanningararbeiði, ið fevnir um møguleikar, royndir aðrastaðni, rákið í altjóða vinnuni og útbúgvingartørv, og tað verður eisini neyðugt at fáa altjóða og heimliga serfrøði uppí hetta arbeiði.
Niðanfyri eru dømi um vinnugreinar, ella tyssi, sum Magni Lakáfoss og Jógvan Mørkøre  hava nevnt sum ein møguleika fyri framtíðar vinnur, sum kunnu verða við til at menna Suðuroynna. Teir hava eisini nevnt nakrir trupulleikar, sum gera um seg í Suðuroy.
Les eisini aðrar greinar í blaðnum um menningarætlan fyri Suðuroy

Møgulig tyssi
Fiskivinnu
Alivinnu
Sjóvinnutænastur
Ferðavinnu
KT-vinnu - sum partur av øðrum vinnum

Møgulig almenn størv
Ellisheim
Eftirskúli
Gastronomiskt institut
Fongsul ?
Útbúgving og gransking
Heilsuarbeiði
Ferðavinna
Matframleiðsla
 
Ferðavinnan - lýsingaherferð
Lýsingaherferð vend ímóti føroyingum
"Upplivi Suðuroy"
Fáa "norðoyingar" at senda fólk suður

Ferðavinnan - menning
Gastronomiskt institut
Fleiri tilboð
Hestaríðing
Rógva við árabáti, kano ella kajak
GPS-renningar
Gistingarmøguleikar
Tjald, Ból og Biti, tjalding, hús

Nakrir trupulleikar
Ov fáar og lítlar avleiddar vinnur
Handilsvinna
Bilaverkstøð
Elektrikkarar
Timburmenn
Málarar

Orsøkin til trupulleikarnar
Ov stór sveiggj eru í inntøkunum í Suðuroy
Ringt at fáa støðugar inntøkur

Møguligar loysnir
Fjølbroytt vinnulív
Fleiri tyssi
Fleiri almenn størv