Dømi: Læraraskúlin

Gølan á Læraraskúlanum er eitt skúladømi uppá, hvussu væl vit duga at snúgva okkum undan at taka avleiðingar og ábyrgd av týdningarmiklum men ótespiligum málunum

 

Gølan á Læraraskúlanum er eitt skúladømi uppá, hvussu væl vit duga at snúgva okkum undan at taka avleiðingar og ábyrgd av týdningarmiklum men ótespiligum málunum. Hóast málið heilt einfalt snýr seg um eina at vísa seg áralanga meirnýtslu á Læraraskúlanum, so hava bæði politikkarar, pressa og onnur áhugað fløkt tað upp í ellibita, sum nú snýr seg um dygdina av undirvísing og so serstakliga um dygdina av rektaranum á skúlanum. Vit undrast og minnast. Teir sum gjørdu fíggjarlógir í 80'unum høvdu onga løtu nakra ætlan um at yvirhalda lógina, og øll vistu, at soleiðis var. Tá grannskoðarar eini 6 - 7 ár seinni tá roknskapur fyrilá mótmæltu ovurnýstluni, gjørdu vit bara gjøldur burturúr og, so hendi einki meira, fyrrenn alt, sum tað var, brendi saman.

So skuldi annað skil fáast á. Politikkarar sum søgdu seg kenna sína ábyrgd saman við einum embætisveldi, sum eisini kendi sína ábyrgd, skuldu tryggja okkum, at vit ongantíð aftur koma í slíka støðu. Hvussu kann hetta so bera til. Og hví skal hendan gølan køvast. Kemst hetta av, at vit ongantíð ruddaðu upp heima hjá okkum sjálvum, men til fulnar megnaðu at geva dønum skuldina? Er ætlanin at vit framhaldandi skulu lata standa til og fjala okkum fyri veruleikans krøvum um vit og skil í dagligu tilveru okkara? Hvør er tilreiðar einaferð aftur at átaka sær tær fíggjarligu avleiðingarnar, sum politiskar skarnsgerðir føra omanyvir okkum?