Tað er friðarligt í Dómhúsinum í hesum døgum ? í hvussu er hvat tí juridiska viðvíkur. Eftir at rættarsalirnir eru umvældir, er túrurin nú komin til skrivstovurnar. Eftir at Føroya Rættur ? og fyri so vítt eisini Eystari Landsrættur ? í longri tíð hevur hildið til undir Glasheyggi, eru rættarhølini í Dómhúsinum aftur tikin í nýtslu eftir umfatandi umvæling.
Nú verður so farið undir umvælingina av restini av Dómhúsinum, og í tí sambandi verður skjøldrað av millum partin, har rættarsalirnir eru og restina av Dómhúsinum. Og tað merkir, at ikki ber til at nýta vanligu inngongdina til Dómhúsið.
Ein nýggj inngongd, ið samstundis fer at virka sum neyðútgongd, er gjørd sunnantil á Dómhúsinum, og tað verður henda, ið verður nýtt, tá rættarsakir eru.
Í sambandi við, at byrjað verður at umvæla skrivstovupartin av Dómhúsinum, verða ongar rættarsakir í vikunum 12, 13 og 14. Tað vil siga, at farnu viku, hesa vikuna og komandi viku verður stilt og friðarligt á juridiska økinum í Dómhúsinum.
Hinvegin má roknast við eitt sindur av larmi frá umvælingini, men væntandi fer hetta ikki at órógva rættarsakirnar, tá tær verða upptiknar aftur í viku 15, sum er í aðru viku.