Sambært Hans Trygva Teirin, advokati, bar landsstýrismálanevndin seg ivasamt at, tá hon kom við niðurstøðuni um meirnýtsluna hjá Hans Paula Strøm - Tað eru tvey viðurskifti, eg veruliga undrist á. Tað fyrsta er, at landsstýrismálanevndin ongantíð sjálv hevur tikið málið upp, og nú málið verður tikið upp, er tað eftir eina kæru, frá einum einstakum tingmanni. Harafturat, er tað bara ein fyribilsniðurstøða, nevndin er komin við, tí Hans Pauli Strøm er bara dømdur av nevndini, hóast nevndin vanliga hevur nýtt kanningarstjóra til mál við minni upphæddum og minni prinsipiellum týdningi, sigur løgfrøðingurin, sigur Hans Trygvi Teirin við Sosialin.
Hann heldur tað eisini var løgið, at landsstýrismálanevndin ikki hevur tikið málið upp fyrr.
- Tað er undarligt, at landsstýrismálanevndin ikki av sínum eintingum hevur tikið málið upp, tí tað hevur verið ein trupulleiki leingi. Teir skulu jú sambært stýriskipanarlógini halda eyga við, at landsstýrið ber seg lógliga at, og tað hava teir ikki gjørt. Somuleiðis er tað løgið, at løgtingsins umboðsmaður heldur ikki hevur tikið tað upp. Og tað er eisini undarligt, at tingið ferð eftir ferð hevur góðtikið meirnýtslu, og nú er mann samdur um, at tað ikki ber til hjá Hans Paula Strøm, sigur hann.