Í november í 2002 varð Hashem Aghajani, sum er professari á lærda háskúlanum í Teheran, dømdur til deyða, tí rætturin vildi vera við, at hann hevði spottað ta islamsku trúnna, og tí hann hevði funnist at prestastýrinum í Teheran. Umframt deyðadómin avgjørdi rætturin, at hann skuldi fáa 74 koyrlasløg.
Dómurin vakti stóran ans, og studentar í túsundatali mótmæltu avgerðini hjá rættinum. Tað endaði við, at iranski hægstirættur ógildaði dómin í februar í fjør, men mánadagin gjørdi ein dómstólur í landspartinum Hamedan av at døma professaran til deyða.
? Rætturin hevur tikið málið uppaftur og er komin til ta niðurstøðu, at deyðadómurin er galdandi, segði ovasti dómarin í landspartinum við fjølmiðlarnar aftan á úrskurðin. Verjin hjá professaranum sigur við tíðindastovuna AP, at dómurin hjá landspartarættinum er ikki endaligur.