Dømdur til deyða fyri at hava kynt skógareld

Tann 31 ára gamli amerikanarin Richard Lee Fowler er dømdur til deyða fyri at hava verið atvoldin til ein skógareld, sum kravdi mannalív.

Í rættinum varð hann funnin sekur í at hava elvt til ein skógareld í San Bernadino County har suðuri í Kalifornia í 2003, tí hann hevði tveitt ein neyðbluss inn ímillum nakrar runnar. Fimm fólk doyðu av hjartatilburði í sambandi við eldin, og meiri enn 1.000 hús fóru upp í royk. Nakrar mánaðir seinni doyðu 14 fólk í einum skriðulopi, sum eftir øllum at døma komst av, at skógareldurin hevði oyðilagt allan vøksturin í økinum.

Richard Lee Fowler (myndin) noktar seg sekan. Hann heldur uppá, at tað var ikki hann, men ein annar maður, sum tveitti neyðblussið inn ímillum runnarnar. Tann maðurin bleiv skotin í 2006. Men nevningarnir vildu ikki trúgva honum og dømdu hann sekan, og í gjár ásetti ein dómari í Los Angeles revsingina til deyðadóm.