Dømdur IS terroristur føddur í Føroyum

Ein maður føddur í Føroyum er í dag dømdur fyri at hava verið partur av IS terrorfelagsskapinum og at hava móttikið terror venjing.

Ákæruvaldið í Danmark krevur seks ára fongsulsrevsing til ein mann, hvørs ríkisborgaraskapur er hálvur danskari, hálvur tunesi. Men maðurin er føddur í Føroyum, veit Ritzau at siga í dag. 

 

 

Tað var í dag, at rætturin í Frederiksberg dømdi hendan mannin sekan í at hava meldað seg upp í terroristiska felagsskapin Islamiskan Stat. Ákæruvaldið vil somuleiðis hava 26 ára gamla mannin burturvístan í danska ríkisfelagsskapinum og frátikið honum sín ríkisborgaraskap.  

 

 

Tað, sum maðurin er dømur fyri, hendi á heysti 2013, tá ið maðurin ferðaðist til Syria, og nú er hann dømdur fyri at hava meldað seg í IS og fyri at hava móttikið terror venjing frá IS í Syria. Hann hevur verið í fimm mánaðir í Syria. 

 

Ákæruvaldið vísir á onnur líknandi mál og sigur, at hetta er so mikið alvorligt, nú hann er sekur í at hava móttikið terror venjing og somuleiðis at hava meldað seg í IS, at hann eigur at verða burturvístur og fáa langan fongsulsdóm. 

 

 

Somuleiðis vísir ákæruvaldið á, at maðurin hevur dupultstatsborgaraskap og harvið framvegis sleppur inn í Tunesia sum fullgyldugur limur av landinum, um hann vil.  Men verjin hjá manninum sigur tó, at tað eru eingi skjøl um frá tunesisku myndugleikunum um, at maðurin hevur gyldugan statsborgaraskap í Tunesia. - Tí kunnu vit ikki við vissu siga, at hann verður roknaður sum statsborgari í Tunesia, sigur verjin, sambært Ritzau. 

 

 

Maðurin hevur somuleiðis konu og barn, og tí heldur verjin tað órímiligt at senda hann av landinum og krevja seks ára fongsulsrevsing. Verjin sigur heldur tvey ár, í mesta lagi trý. Somuleiðis sigur verjin, at rætturin ikki fann prógv upp á, hvussu leingi 26 ára gamli maðurin var í venjing í Syria. - Tí kenna vit ikki vavið av venjingini, hann hevur móttikið, sigur verjin sambært Ritzau. Dómur fellur í málinum í seinasta lagi í morgin.

 

Hvussu stórt tilknýti maðurin hevur til Føroya er framvegis óvist. Maðurin er føddur í Føroyum, men hvussu leingi hann hevur búðleikast í Føroyum er óvist. Somuleiðis er greitt, at mamman er danskur statsborgari, men hvørt tað merkir, at hon er føroyingur ella dani, sigur søgan heldur einki um. 

 

/ritzau/