Tey kundu lítið annað gera enn at trilla tumlar, ákærin og dómarin í Rættarsali II í gjár.
Fýra mál skuldu fyri, eitt um falska meldan, men tann ákærda í málinum hevði framman undan ringt og boðað frá, at hon ikki fekk møtt orsakað av veðrinum. Tí varð tað málið útsett.
Tann næsti, sum skuldi møta, kom ikki vegin fram, og tað gjørdu teir báðir síðstu heldur ikki. Men teir síðst nevndu vórðu bara burtur uttan nakra fráboðan, og tað fær avleiðingar.
Men aftur til tann eina, sum møtti í rættinum. Hann hevði ringt og boðað frá, at hann stóð fastur í kavanum, og tí gjørdist ov seinur. Hesi boðini komu tó ikki fram til ákæra og dómara fyrr en eftir, at ákærdi var møttur.
Ákæri og dómari fegnaðust í tí stilla um, at tað hóast alt bar til at avgreiða eitt mál av teimum fýra, sum skuldu fyri.
Talan var um ein 30 ára gamlan mann, sum hevði »lánt« kortnummarið á visakortinum hjá mammu síni og upprættað ein profil hjá Danske Spil AS.
Hetta var eyðsýniliga gjørt fyri at spæla við í eydnuspølum hjá donsku veddingarfyritøkuni, sum fyrr nevndist Dansk Tipstjeneste.
Kostar handtøku
Men mamman vildi ikki góðtaka, at sonurin nýtti upplýsingar á hennara korti til at spæla fyri, so hon hevði gjørt Danske Spil vart við hetta, og danska veddingarfyritøkan hevur síðani stevnt soninum eftir teimum 2000 krónunum, sum teir nú hava mist.
Maðurin játtaði seg sekan og góðtók at gjalda peningin aftur umframt umsitingargjald á 250 krónur. Maðurin hevur áður framt líknandi brot, og tá fekk hann treytaðan dóm við royndartíð í tvey ár.
Men hóast royndartíðin ikki var runnin, tá maðurin framdi kortsvik tveir dagar í september í fjør, so varð málið ikki meldað fyrr enn royndartíðin var av.
Ákærin mælti tó til líknandi treytaðan dóm við tvey ára royndartíð, og hesum eftirlíkaði dómarin. Ákærdi góðtók dómin.
Hvat teimum báðum monnunum, sum ikki møttu á rættarfundi, viðvíkur, biður dómarin um handtøku. Tað fer fram á tann hátt, at tá nýggjur rættartfundur er ásettur, verður løgreglan send út at handtaka menninar, so dómsvaldið er víst í, at teir møta. Menninir fáa ikki hesaferð boð framman undan, men dómarin heldur seg hava varhugan av, at løgreglan í so máta tekur munandi fleiri fyrilit, enn danska løgreglan ger.
Ofta fáa menninir í slíkum førum boð frá løgregluni framman undan, so ikki er neyðugt at møta upp á arbeiðsplássum eftir teimum.
Báðir menninir eru ákærdir fyri at hava selt bilar eftir at fútarætturin hevur gjørt útlegg í teimum. Talan er um tvær ymiskar sakir kortini.