Dømdur fyri at rópa ókvæmisorð móti løgregluni

Tað er ikki ráðiligt at rópa fuck you, og at vísa fremstafingur fyri løgregluni

Ein ungur maður varð mánamorgunin dømdur fimm dagbøtur á 150 kr. fyri, tvær ferðir somu nátt, at rópa fuck you og at vísa fremstafingur móti tveimum løgreglumonnum, sum vóru úti í arbeiðsøridum. Hendingarnar fóru fram eina leygarnátt í august 2005. Fyrru ferðina var talan um, at løgreglubilur kom koyrandi framvið Steinatúni í Havn, og tann 20 ára gamli, sum hevði fingið nakað nógv at drekka, lat øðina ganga út yvir løgregluna. Umleið ein tíma seinni var tað aftur sami ungi maðurin, sum var úti um seg, hesaferð uttanfyri náttklubban Cleopatra, har løgreglan var komin í samband við harðskap. Hesaferð bleiv tað ov nógv hjá løgreglumonnunum, sum valdu at skuldseta unga mannin fyri brot á grein 121 í revsilógini, sum snýr seg um ókvæmisorð móti løgregluni. Sambært ákæranum, er tað sera sjáldan, at nakar verður dømdur sambært hesari grein.