Dømdur at ganga edrúur í tvey ár

Ein átjan ára gamal drongur fekk sína seinasta ávaring frá dómaranum í Føroya Rætti í gjár. Skikkar hann sær ikki væl í framtíðini, fellur hamarin so tað merkist

Edrúur er hann hann bæði fittur og raskur. Men fær hann kenning, broytist hann fullkomiliga og gerst eitt bartrog.

Tað er myndin, sum var málað av einum blaðungum drongi, sum varð settur andlit til andlits við dómaran í Føroya rætti í gjár.

Og har hendi tað heldur óvanliga, at hann varð dømdur at ganga edrúur tey bæði næstu árini.

Hann varð ákærdur fyri harðskap og tað er nakað, hann hevur roynt fyrr, tí hesi seinastu trý árini er hann nú dømdur fyri harðskap ikki færri enn fýra ferðir.

Hann varð sostatt ikki meiri enn stórur smádrongur, tá ið hann fyrstu ferð stóð frammanfyri dómaranum og fekk dóm fyri harðskap.

Men nú hava allir partar fingið nokk og í Føroya Rætti í gjár gjørdi dómarin greitt, at hetta bleiv hansara seinasta ávaring og síggjast teir aftur, fer hamarin at fella so at tað merkist.


Tveir drongir í einum

Talan er um ein ungan drong, sum er hvør sín persónsmenska, tá ið hann er edrúur og tá ið hann hevur kenning.

Edrúur eru allir partar samdir um, at hann er bæði fittur og hampiligur og av arbeiðsplássinum fekk hann harafturat tað skoðsmál, at hann var bæði raskur og hegnigur.

Men fekk hann kenning, fóru gardinurnar niðurfyri og tað hevur higartil kostað honum fýra dómar fyri harðskap og nú skal hann longu í geglið.

Hesa seinastu tíðina hevur hann havt stuðulspedagog og hevur verið í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu. Yvirhøvur hevur tað gingið væl og tað gongur alsamt framá og sum heild verður longri og longri ímillum, at hann dettur útí.

Men tá ið hann fær kenning, endar tað galið. Tað gjørdi tað fyri trimum árum síðani og tað gjørdi tað fyri tveimum árum síðani. Ta ferðina endaði hann í geglinum. Og í heyst gekk aftur galið og tá fekk hann eina treytaða fongsulsrevsing og ein kraftigan fremstafingur frá dómaranum.


Seinasta gula kortið

Men longu á nýggjárinum gekk aftur galið og í eini kenning framdi hann harðskap í einum dansihøli í Havn.

Hesuferð var hann dømdur fyri at hava sligið ein annan drong so hart í andlitið, at hann mátti seymast aftur við fýra stingjum.

Tá hevði løgreglan fingið nokk og setti hann í varðhald og har hevur hann nú sitið í meiri enn mánað, til hann nú varð førdur fyri rættin.

Ákærin helt, at hetta mátti fáa ein enda og kravdi drongin dømdan at sita í einar 9-10 mánaðir.

Dómarin gjørdi greitt, at talan var um eitt álvarsmál og at tað avgjørt kundi grundgevast fyri at taka undir við ákæranum.

Men hann gjørdi kortini av at lata hann sleppa við eini ávaring afturat við tí í huga, at edrúur kláraði hann seg rættiliga væl.

Hinvegin kundi tað ikki ganga, at hann longu tríggjar mánaðir eftir at hava fingið ein dóm fyri harðskap, longu aftur skuldi enda í rættinum.

Tí gjørdi dómarin av at døma hann í átta mánaðar fongsul. Av teimum skal hann sita í tríggjar mánaðir men restin verður gjørt treytað í tvey ár.

Tað merkir, at ger hann annað revsivert í tvey ár, verða allir dómarnir lagdir saman í ein harðan dóm

Men tað fylgdi eisini aðrar treytir við.

Dómarin dømdi hann at vera edrúan tey bæði næstu árini og hann skuldi eisini vera til reiðar at taka landroynd fyri at kanna eftir um hann helt treytirnar um ikki at drekka. Hann skal heldur ikki taka rúsevni og hann skal eisini vera til reiðar at taka landroynd fyri tað.

Somuleiðis skal hann halda fram undir eygleiðing av sosialu myndugleiknum.

Men dómarin gjørdi samstundis púra greitt, at hetta er tann seinasta ávaringin og at hann sanniliga ikki vónaði at síggja hann aftur.

Hann hevur longu sitið í varðhaldi í 40 dagar og sostatt eigur hann 50 dagar til góðar.