Dømdur 10 mánaðir í fongsul

60 ára gamli argjamaðurin, sum ein sunnumorgun í apríl læt fleiri skot av móti hurðini, har fyrrverandi kona hansara búði, varð í dag dømdur 10 mánað fongsulsrevsing. Hann hevur longu sitið meira enn helvtina av dóminum sum varðhaldsfongslaður.

Hann greiddi í rættinum frá, at hann mintist als einki frá tí vikuskiftinum, tí hann hevði drukkið tætt í fleiri dagar.

Fyrrverandi kona hansara hevði einki ímóti at vitna móti fyrrverandi manni sínum. Hon geiddi frá, at maðurin hevði sent henni fleiri sms, men hon var ikki bangin fyri sínum lívi. Meira bangin var hon fyri, hvat hann kundi finna uppá at gera móti sær sjálvum.

Morgunin fyri, at hann kom við byrsuni, hevði hann eisini verið í túninum, men hon vísti honum frá sær og bað hann koma aftur at práta við seg, tá ið hann var edrúur. Hann vildi hava hana at koma aftur og annars at tosa um, hvat hon skuldi hava við sær.

Ákærin kravdi tvey ára fongulsrevsing.

Maðrin tók við dóminum.