Arbeiðsleys fólk skulu uppihalda seg í Føroyum og vera tøk á arbeiðsmarknaðnium fyri at fáa útgjald frá arbeiðsloysisskipanini. Tað hevur Eystari Landsrættur staðfest í einum dómi í gjár.
Tveir mans fingu dóm fyri at hava svikað Arbeiðssloysisskipanina, tí teir høvdu váttað, at ein maður var tøkur á arbeiðsmarknaðinum, hóast hann var staddur uttanlands.
Annar maðurin, tann arbeiðsleysi, varð dømdur, tí hann var uttanlands, samstundis sum hann yvir fyri ALS váttaði seg vera tøkan. Hin maðurin varð dømdur fyri fyri at hjálpa tí arbeiðsleysa við at stempla kortini, meðan tann arbeiðsleysi var uttanlands.
Teir dømdu fingu ein treytaðan dóm uppá tvey ár. Harafturat skulu teir rinda sakarmálskostnaðin.










