Dømdi við mikrofon: Útspiltur av spælarunum

Nú skal David Elleary leggja føroysku dómarunum lag á

Um vikuskiftið kemur fyrrverandi Premier League dómarin, David Elleary, til Føroya at leggja føroysku dómarunum lag á. David Elleary, sum til dagligt var lærari, hevur upplivað eitt sindur av hvørjum i síni tíð sum dómari.

 

Síggj hendingina við at trýsta á pílin á myndini

 

Í samband við sjónvarpssending í 1989, dømdi David Elleary eina ferð við mikrofon og upptøkutóli, tá Arsenal og Millwall spældu toppdyst í táverandi 1.deild, sum í dag eitur Premier League. Bæði feløgini gingu við til at verða partur av sendingini.

 

Stóri trupulleikin var, at Arsenal gloymdi at fortelja sínum spælarum um avtaluna. Tí var stórur munur á málburðinum hjá liðunum. Meðan spælararnir hjá Millwall tosaðu pent við dómaran, so var skilið øðrvísi tá spælararnir hjá Arsenal gramdu seg.

 

Les eisini: Premier League dómari til Føroya

 

Serliga liðskiparin Tony Adams kom illa fyri, tá hann ýldi ókvæmisorð eftir dómaranum, tá hesin ikki metti at bólturin var innanfyri málstrikuna, tá Arsenal var álopi. Eftirfylgjandi vildi legendariski miðverjin hjá Arsenal ikki viðurkenna, at hann hevði kallað dómaran fyri snýtara. Tað var so inntil hann fann útav, at alt var tikið upp á band.

 

Eisini táverandi venjarin hjá Arsenal, George Graham, mundi endað í felluni. Eftir dystin vildi hann hava orðið á dómararnar, men tá hann sá sjónvarpsliðið var hann skjótur út úr dómararúminum – uttan at siga eitt ilt orð.

 

62 ára gamli David Elleary er í dag í starvi hjá UEFA, har hann dómarum lag á. Tað er í hesum sambandi, at hann verður í Føroyum um vikuskiftið.