Umborð
Jógvan Páll Steinberg, sum í dag er 40 ár, fór fyrstu ferð til skips sum 15 ára gamal. Hann hevur verið á sjónum øll árini síðan, tey seinastu nógvu árini sum útróðrarmaður.
Saman við pápa sínum, Harry, hevur hann 33 fót stóra Aqua Star útróðrarbátin, Skýlisklett.
- Vit hava havt henda bátin í trý ár. Hetta er ein góður bátur. Vit hava níggju kassar í honum, og hesir taka eini 5.000 pund tilsamans. Skýlisklettur er nýggjara slagi av Aqua Star, sum kann hava kassar í lastini. Hetta er ein fyrimunur, nú krøvini til fiskin eru so strong.
Bróðir Jógvan Páll, Poul Niclái, hevur eisini róð út við teimum, men hann er lagstur uppi og vaskar nú á Kósini.
- Mær dámar væl lívið sum útróðrarmaður, men eg haldi, at veðrið seinastu 2-3 heystini hevur verið so ólagaligt. Tað er um heystið og fram til jólar, at vit helst skulu fáa tað mesta av okkara ársinntøku. Tá ið vit koma út í januar og februar, fer fiskurin út frá aftur landi, og tá kunnu vit eisini rokna við vetrarveðri.
Jógvan Páll heldur, at tað er møðsamt og óhugaligt, tá veðrið í longri tíð er so ólagaligt, og útróðrardagarnir gerast so fáir.
- Tá kanst tú fáa hug at gevast. Eg havi skotið upp fyri pápa mínum, sum fyllir 69 næstu ferð, at vit kunnu gevast at rógva út. Men hann stórtrívist og verður mest sum fornermaður, tá eg beri hetta upp á mál.
Útróðrarmaðurin sigur, at hóast fiskiskapurin sum heild er minkaður, vigar góði fiskaprísurin upp ímóti minkandi nøgdini. Hann heldur kortini, at tað hevði verið hugaligari, um meira fekst á húkin.
Hann heldur, at tað stendur illa til við fiski á havinum í løtuni.
- Men líkt er ikki til, at tað stendur illa til uppi á landi. At síggja til gongur alt við rúkandi ferð. Hús verða seld og keypt fyri miljónir. Íbúgvaratalið veksur lítið og einki, og alsamt størri og størri partur av fólkinum gerast pensjónistar. Eg spyrji meg sjálvan, hvussu leingi vit kunnu liva av læntum pengum.
Aftur til útróðurin.
- Vit royna at kalla bara við línu, og fyri tveimum árum síðan keyptu vit okkum egningartrakt frá Oilwind í Miðvági. Traktin lættir um, og størsti fyrimunurin er, at tú altíð setir við nýggjum agni. Vit rekja ein part av línuni sjálvir, men annars hava vit børn, sum hjálpa okkum, serliga tá útróður er dag um dag.
Jógvan Páll sigur, at teir hava einar 100 gággurúsur standandi alla tíðina, og í løtuni standa hesar í Kalsoyarfirði.
- Vit draga rúsurnar javnan – og ofta dag um dag, tá líkindi eru.
Útróðrarmaðurin sigur, at feska gággan fiskar betri, og hon riggar væl til egningartraktina.
- Eg haldi, at vit ofta hava lyndi til at fara ov langt út við línuni. Vit royna javnan uppí einar 10 fjórðingar úr Kallinum, og tá ið vit eru sunnanfyri, royna vit at halda okkum innanfyri 5 fjórðingar í myrkrinum, so línan ikki kemur á állabotn. Men um dagin fara vit út á einar 8-10 fjórðingar úr landi.
Jógvan Páll sigur, at pápi hansara keypti útróðrarbát longu í 1985, og í fleiri ár róði hann út í vetrarhálvuni og málaði um summarið.
- Hetta er sum so sama mynstrið, ið abbi mín, Palli Steinberg, hevði. Hann róði eisini út og málaði, tá hann ikki var í bátinum, sigur hann.
Fyrsta skipið, ið Jógvan Páll sum blaðungur fór við, var við línuskipinum Kvikki.
- Eg mundi vera við Kvikki í hálvt annað ár og fór síðan við Skálabergi. Sum 18 ára gamal fór eg at lesa til heimaskipara. Eg ætlaði mær at lesa meira, men gavst.
Jógvan Páll sigur, at hann fór umborð aftur á Skálaberg eftir skúlan.
- Túrarnir vóru langir, og lítil fiskur var at fáa. Seinasti túrurin hjá gamla Skálabergi vardi í 5 mánaðir. Tá var Benjamin Joensen skipari. Flestu túrarnar, meðan eg var við, var Samson O. Samson, sáli, skipari, og Benjamin stýrimaður. Samson var óførur skipari, og Benne plagdi at siga, at tað var lætt at vera stýrimaður hjá einum so góðum skipara sum Samson.
Umborð á Skálabergi royndi Jógvan Páll seg bæði sum smyrjara, dekkara og á verksmiðjuni.
- Mær dámdi ógvuliga væl hesar túrarnar, hóast teir vóru langir. Tað var ótrúliga stuttligt at vera burtur. Fleiri av mínum vinmonnum vóru eisini við, og soleiðis fylgdust vit bæði, tá vit vóru burtur, og tá vit vóru heima.
Hann sigur seg einki minnast til, at teir troyttaðust av hvørjum øðrum á hesum túrum.
- Nei, tað minnist eg einki til, og tað haldi eg slett ikki, at vit gjørdu.
Tá ið Jógvan Páll fór av Skálabergi, fór hann umborð á línuskipið Jákup B við Líggjasi Johannesen sum skipara.
Í 1999 keyptu Jógvan Páll og Bethuel, bróðir Líggjas , Turið, sum teir høvdu saman í eini fýra ár.
- Vit royndu undir Føroyum um vetrarnar og vóru við kalvalínu undir Íslandi um summarið.
Tá ið teir seldu Turid, byrjaði Jógvan Páll í 1991 at rógva út saman við pápa sínum, sum tá hevði ein Starlet 29, og at kalla øll árini síðan hevur hann verið útróðrarmaður.
- Jú, mær dámar lívið sum útróðrarmaður heilt væl, men tað hevur bara viðrað so illa seinastu 2-3 árini, og tá so er, er næstan ómøguligt at rógva út við smáum útróðrarbátum.
Jógvan Páll dylur ikki, at hann onkuntíð hugsar um at gevast við útróðrinum.
- Men um eg gevist, veit eg ikki rættiliga, hvat eg fari at taka mær fyri, men arbeiðstilboðini uppi á landi eru ivaleyst fleiri, soleiðis sum tíðirnar eru vorðnar. Møguleikarnir draga eitt sindur í løtuni, ásannar hann.
Áðrenn vit gevast at práta, sigur hann mær eina søgu, sum lýsir gongdina hjá línuskipunum á landgrunninum beint í løtuni:
- Eg tosaði við Bethuel Johannesen, skipara á línuskipinum Klakki, í dag. Teir vóru staddir á Mýlingsgrunninum. Teir høvdu havt fulla setu, og hann helt fyri, at um hetta hevði verið ein útróðrardagur hjá mær í glastrevjabátinum, hevði tað ikki verið ein stórur dagur, kanska eini 3.000 pund. So, fiskiskapurin er ógvuliga smáligur í løtuni.
Jógvan Páll Steinberg heldur kortini, at tað sær eitt sindur betur út við útróðrarfiski, nú heystið fer at líða.
- Bátarnir hava fingið eitt sindur í seinastuni, og líkt er til, at útróðurin batnar, sigur hann.