Hann varð handtikin í flogvøllinum í Kastrup mitt í oktober í fjør, á veg í land av Føroyaflúgvaranum og hevur sitið í varðhaldi síðani - í dag varð hann dømdur trý ár og níggju mánaðar fongsulsrevsing.
Les eisini: Føroyingurin dømdur 3 ár og 9 mánaðir
Men tað var ikki bara lætt hjá løgregluni at finna fram til føroyingin. Tí meðan mamman at fýra ára gamla dreinginum varð handtikin væl áðrenn føroyingurin, so var tað ikki tí, at løgreglan ikki leitaði.
Ákæruvaldið greiddi frá í rættinum, at tað varð leitað eftir manninum, men at løgreglan visti snøgt sagt ikki, hvar hann var. Somuleiðis varð greitt frá, at løgreglan gjørdi húsarannsókn í einum sethúsum í Eysturoynni, har leitað varð eftir manninum men til fánýtis.
Tað var so í Kastrup, at løgreglan umsíðir fekk fatur á manninum. Mamman at fýra ára gamla dreinginum og 42 ára gamli føroyingurin fingu bæði sama dóm. 3 ár og 9 mánaðir.