Dømdi eisini U21-landsdyst á Tórsvølli í 2018

28 ára gamli Rohit Saggi úr Noregi dømir U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Norðurmakedonia

Klokkan 14 í morgin spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti Norðurmakedonia á Tórsvølli.

10. september í fjør spældi føroyska U21-landsliðið sín kanska ringasta landsdyst nakrantíð, tá føroyska liðið í nógvum hita tapti 1-7 móti Norðurmakedonia. Jákup B. Andreasen legði føroyska liðið á odda við einum brotssparki, men eftir tað gekk tað av skriðuni hjá føroyska liðnum. 

3-1 sigurin á Ísrael farna mikudag gevur tó vónir um, at føroyska U21-landsliðið fer at standa seg væl móti Norðurmakedonia í morgin.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Frásøgnin hoyrist HER.

Tað verður 28 ára gamli Rohit Saggi úr Noregi sum dømir dystin á Tórsvølli í morgin. Anders Olav Dale og Geir Isaksen vera hjálpardómari. Fjórði dómari verur Sigurd Kringstad.

Rohit Saggi gjørdist altjóða dómari í 2017, og síðani tá hevur hann dømt 11 altjóða dystir. 

Rohit Saggi dømdi 12. oktober í 2018 U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Litava á Tórsvølli, ið endaði við javnleiki 2-2. Føroysku málskjúttarnir tá vóru Meinhard Egilsson Olsen og Jákup Biskupstø Andreasen.