Fótbólturin stendur fyri kanska størstu broytingini síðani regluna um rangstøðu. Brúka av VAR, sum er dómarahjálp við sjónbandaupptøkum, hevur kollvelt døming í fótbólti, men eisini fótbóltin sum heild.
VAR verður brúkt í týsku Bundesliguni og um vikuskiftið endaði tað við, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki, eftir at hann hevði bríkslað fyri hálvleiki og flestu spælararnir vóru farnir inn.
Margháttliga støðan tók seg upp í dystinum millum Mainz og Freiburg. Ein verjuspælari hjá Freiburg fær bóltin í hondina í seinasta álopinum í fyrra hálvleiki. Eftirfylgjandi bríkslar dómarin fyri hálvleiki og flestu spælararnir fara inn.
Tá fær dómarin at vita, at tað møguliga er brotsspark til Mainz. Løgið sum tað ljóðar, so má málverjin og spælararnir hjá Freiburg inn á vøll aftur og brotssparkið skal skjótast, hóast tað var hálvleikur. Mainz skoraði og vann síðani dystin 2-0.
Hendingin hevur elvt til nógv kjak, tí FIFA hevur millum annað staðfest, at VAR verður ein partur av HM endaspælinum í Russlandi í summar, sjálvt um nýggja skipanin hevur nógvar avbjóðingar og ikki er at síggja í fleiri av størstu kappingunum í heiminum.
Í Onglandi, sum er tiltikið konservativt á fótbóltsøkinum, hevur Premier League atkvøtt ímóti brúk av VAR komandi kappingarár. Spurningurin er so – VAR ella ikki?










