åNaomi Campbell hevur tað, sum summi kalla stutt fjús, og fyri einum góðum mánað síðani noyddist hon at viðganga í rættinum, at hon hevði tveitt eina fartelefon í nakkan á húshjálpini Ana Scolavino.
Dómarin gjørdi av, at Naomi Campbell skal gera samfelagstænastu í fimm dagar, og tað skal hon gera við at vaska gólv á einari kommunalari skrivstovu í New York. Sambært The New York Times gekk dómarin við til, at tann dømda skal fáa frið fyri fjølmiðlunum, meðan hon vaskar gólv.
-Hon noyðist at brúka trygdarbúna, vøttir og styvlar, tí tað kann vera vandi fyri, at hon traðkar á eitt glaspetti ella okkurt annað hvast, sigur ein starvsmaður á kommunalu skrivstovuni, sum nú kann rósa sær av at hava eina heimskenda reingerðarkvinnu.










