Dømd fyri innbrotið í svimjihøllina

Ein 18 ára gomul genta er dømd fyri seks innbrot í summar, millum annað í svimjihøllina í Gundadali.

Ein 18 ára gomul kvinna var í Føroya rætti ákærd fyri seks ymisk innbrot og í einum føri at hava framt herverk í einum løgreglubili. Kortini má sigast, at úrtøkan frá innbrotunum hevur verið soltin. Tað einasta, hon sat eftir við, vóru nakrir pakkar av sigarettum, sum hon ikki náddi at roykja, nakrar fløskur av brennivíni, sum hon og vinfólkini skjótt gjørdu sær dælt av, tveir kassar av øli, sum hon kortini ikki drakk, 130 krónur og einum pari av skóm.

 

Hon er dømd sek í at hava brotið inn í Á við Grønlandsvegin, í Mimir, í Okkara á Hálsi, í ein kampingvogn á Hálsi, í svimjihøllina í Gundadali og í Blákrossbúðina. Fyrsta innbrotið varð fram 21. juli og tað seinasta 6. oktobur.

 

6. oktobur bróta hon og ein vinmaður inn í svimjihøllina í Gundadali. Tey bróta ein rút í eini hurð aftan fyri høllina, móti húsunum hjá ÍSF. Tey brutu sær so veg gjøgnum svimjihøllina inn í móttøkurúmið í forhøllini. Tey vónaðu at finna nakað av peningi, men har vóru einans 30 krónur í kassanum. Tey brutu nakrar rútar afturat og fóru síðani oman í býin aftur.

 

Á veg oman í býin gerast tey óklár um eitt hvørt og fara hvør til sítt. Unga kvinnan kúvendir, leggur leiðina niðan aftur í svimjihylin og fer at svimja. Eina løtu seinni fer hon oman aftur í býin og møtir vinmanninum nærindis Auto.

  

Saman ganga tey yvir í Blákrossbúðina, har tey fara inn gjøgnum eitt opið vindeyga. Vinmaðurin fer avstað við kassanum, meðan unga kvinnan skiftir skógvar í handlinum, tekur einar, sum standa til sølu og letur sínar standa eftir. Tað var tó ikki tað heilt stóra at vinna her heldur – einans 100 krónur vóru í kassanum. 

 

Í rættinum bað gentan um at sleppa niðan aftur í Mjørkadal at sita, heldur enn at vera leyslatin. Les meiri um óvanligu umbønina í blaðnum, sum kemur í sølubúðirnar í kvøld.

 

Kvinnan er funnin sek í ákærunum, men dómarin valdi at bíða við at áseta revsingina, til úrslitið av eini heilsukanning av gentuni er greitt.