Dømd 35 ár aftaná

Verena Becker, sum var limur í hernaðarliga týska felagsskapinum Rote Armee Fraktion, fekk í dag fýra ára fongsul fyri at hava verið við á einum fundi, tá RAF gjørdi av at beina fyri almenna ákæranum Siegfried Buback í 1977.

Sirgfried Buback var á veg frá húsum til skrivstovuna í býnum Karlsruhe, tá tvey fólk á motorsúklu koyrdu upp á síðuna av Mercedes bili hansara og skutu hann. Bubeck og tvey onnur fólk, sum vóru í bilinum, doyðu beinanvegin av skotunum.

Seinni vórðu tríggir limir í Rote Armee Fraktion dømdir fyri at hava dripið Buback, men eingin teirra vildi avdúka, hvør tað var, sum sat aftanfyri á motorsúkluni og skjeyt.

Dómurin í dag er ikki tann fyrsti, sum Verena Becker (myndin) hevur fingið. Í 1977 fekk hon lívlanga fongsulsrevsing fyri vápnað rán og drápsroynd.