Dómarnir koma í november

Sakarmálið móti fyrrverandi stjóranum og einum bókhaldara í danska lemmavirkinum Injektor Trawldoors gjørdist drúgt. Teir fyrstu rættarfundirnir vóru í juni, hesa vikuna hava rættarfundir verið, og fleiri fundir verða aftrat í november, tá ið dómarnir verða sagdir.

Ákæruvaldið krevur báðar dømdar við fongsulsrevsing.

Helgi Larsen, sum uppfann trollemmarnar varð avhoyrdur fyrr í vikuni. Hann segði, at hann bara var uppfinnarin men hevði einki at gera hvørki við bókhald ella rakstur hjá fyritøkuni.

Beiggi hansara, Lars Larsen, átti í einum av feløgunum og hevði ábyrgdina av framleiðsluni í Kina, har hann búði. Heldur ikki hann kundi upplýsa nakað um tað fíggjarliga hjá Injektor Trawldoors.