Hondbóltur
Sum kunnugt, so hevði vanligi málverjin hjá Tjaldrinum, Dejan Lacock, leikbann, tá fjórðingsfinalan í steypakappingini var á skránni. Hann varð burturvístur, tá Tjaldur spældi móti KÍF seinasta vikuskifti, og nú er bannið ásett til tveir dystir, soleiðis at Tjaldur eisini má vera sterka málverjan fyriuttan, tá teir annað vikuskifitð spæla ímóti VÍF.
Dómarar í málið
Tí noyddist Tjaldur at finna aðrar loysnir, og valið fall á teir báðar dómararnar hjá felagnum, Trygva Mortensen og Kára Hansen. Teir hava annars ikki spælt nakað serligt seinnu árini, og Trygvi var eisini skjótur at viðganga, at hetta var meira enn nakað annað ein neyðloysn.
- Eg varð uppringdur týskvølidð við boðum um, at eg mátti koma at venja, tí eingin annar málverji var. Og tá talan bara var um tveir dystir, so kundi eg illa siga nei, heldur Trygvi, sum annars letur so hampuliga væl at dystinum.
- Vit hildu teimum hampuliga væl fyrstu løtuna, men tá tað fyrst skrædnaði, so var einki hjá okkum at gera. Sjálvur skal eg ikki siga nakað um, hvussu málverjararnir stóðu,´men vit fingu so ein hálvleik í part. Og skal eg meta eftir tí, so verður tað nokk Kári, sum byrja inni næstu ferð. Tað tók kanska eisini eitt sindur av kreftum hjá mær, at eg skuldi venja kvøldið fyri, sigur Trygvi Mortensen at enda.