Um tað verður soleiðis, sum Fótbóltssambandið vil, so fer tað at verða sekta dyggiliga, um ivi verður sáddur um gegni dómarans ella um gegni hjá mótstøðuliði.
Á eftirmetingarfundinum, sum FSF og feløgini høvdu síðsta leygardag, varð skotið upp, at nýggj grein verður sett í kappingarreglurnar fyri fótbólt, sum er so ljóðandi:
»Leikarar ella aðrir álitispersónar í felagnum, sum alment sáa iva um gegni dómarans, mótstøðuliðið ella onnur í sambandi við dyst ella venjing, verða revsað við leikbanni ella burturvísing minst 3 dystir.
Um talan er um serliga grovt brot, kann talan gerast um longri bann ella burturvísing.«
Um hugt verður aftur á farna kappingarári, so ber tað ivaleyst til at finna meiri enn eitt dømi, har tað møguliga hevði komið upp á tal at nýta greinina, sum tað nú verður skotið upp at seta í regluverkið.
Dømi av hesum slagnum er steypafinalan, tá ið fuglfirðingar vóru sera misnøgdir við, at dómarin hevði dømt brotsspark til EB/Streym. Eitt annað dømi er tað, sum varð sagt í fjølmiðlunum upp undir næstsíðsta umfar, tá ið B36 skuldi vitja NSÍ, sum kundu fáa ágóða av, at B36 heldur enn EB/Streymur vann FM.
Síðsta ár kom tað meiri enn so fyri, at spurningar av sovornum slagi vórðu reistir á heimasíðum hjá feløgunum og á facebook. Tað kann hugsast, at FSF hevði vigað tílíkar útsøgnir út frá omanfyri standandi orðing.
Enn er ikki greitt, um uppskotið hjá FSF fer at vinna frama. FSF skal nú – við viðgerðini síðsta leygardag í huga – gera av, um uppskotið skal leggjast fyri aðalfundin í februar at taka støðu til.