Dómarin Jørgen B. Petersen metti, at frágreiðingarnar hjá nøkrum av vitnunum vóru meira eftirfarandi enn frágreiðingin hjá tí ákærda, tá hann segði tann harðasta dómin í stóra narkomálinum fríggjadagin.
Hetta sást aftur í úrskurðinum, sum tann dømdi maðurin var so beinasamur at geva fjølmiðlunum eitt fjølrit av, eftir at dómarin hevði lisið hann upp í rættinum.
Dómarin sigur í fleiri førum, at frágreiðingarnar frá vitnunum eru nóg góðar grundgevingar fyri at finna tann ákærda sekan, heldur enn at lurta eftir frágreiðingini hjá tí ákærda, sum als ikki vildi kennast við fleiri av ákærunum.
Ákærin kann tí vera væl nøgdur við úrskurðin hjá dómaranum, sum lá nógv nærri tilmælinum hjá ákæruvaldinum enn hjá Christiani Andreasen, sum var verji.
? Vit eru rímiliga væl nøgd við dómin. Tann ákærdi var bara fríkendur í nøkrum fáum smærri ákærum, men hann var funnin sekur í teimum meira álvarsomu, sigur Dorte Møller Andersen, sum umboðaði ákæruvaldið í rættinum.
Nú málið endar í Landsrættinum, fer ákæruvaldið at krevja eina herðing av dóminum, sum varð sagdur í Føroya Rætti.
Fimm fingið dóm
Av teimum tíggju monnunum, sum vórðu handtiknir 16. januar í einum sera umfatandi átaki hjá løgregluni, hava fimm teirra fingið dóm higartil. Bara ein teirra hevur fingið minni enn eitt ár handan rimar. Dómarnir hava verið ímillum eitt og smá trý ár í fongsli.
Umframt hesar fimm dómarnar hava seks onnur mál, sum øll hava samband við tað stóra átakið 16. januar, verið roynd í rættinum. Allir hesir menninir eru funnir sekir, men dómarnir hava ikki verið meira enn eitt ára fongsulsrevsing.
Fleiri av teimum dømdu vóru nýttir sum vitni í rættinum móti tí 36 ára gamla dananum, sum fekk dóm fríggjadagin. Ætlanin hjá ákæruvaldinum hevur verið, at fáa felt dóm yvir hesar menninar, og síðani kallað teir inn sum vitni í øðrum málum.
Av teimum tíggju, sum vóru handtiknir 16. januar, vórðu fimm teirra leyslatnir beinanvegin, og fýra teirra hava enn ikki fingið dóm. Hesi málini eru ikki komin serliga langt áleiðis, og tí er ógreitt, hvussu hesi málini enda.
Dómurin kann gerast nógv harðari
Enn hevur rætturin ikki tikið støðu til 11,5 kilo av hassji, sum 36 ára gamli maðurin er ákærdur fyri at hava selt.
Tvey vitni kundu ikki møta í rættinum til hetta rættarmálið, og tí verður nýtt rættarmál, tá hesi koma aftur av skipi.
Talan er um tríggjar ákærur, har tann 36 ára gamli skal hava selt 11,5 kilo av hassji yvir eitt 13 ára tíðarskeið. Verður hann eisini funnin sekur í hesum verður dómurin væl strangari.