Dómarin skyldar brotsspørk

Manchester United fekk eitt heldur bíligt brotsspark í dystinum ímóti Bolton leygardagin, og tað gav fyrra United-málið í dystinum.- Eg var kløkkur at hann dømdi brotssparkið, tí frá mínari støðu sá tað út til, at Bolton-spælarin vann bóltin. Men dómarin hevur ikki sæð eini fýra ella fimm brotsspørk, sum vit hava átt í undanfarnum dystum, so hann skyldar okkum framvegis eini fýra brotsspørk, segði Alex Ferguson eftir dystin.