Dómarin: Søki seming

Fuglafjarðar Kommuna hevur drigið Havsbrún í rættin, tí felagið vil ikki gjalda rávørugjald fyri uppisjóvarfisk. Dómarin gevur pørtunum freist til 1. februar. Fyrsta januar 2008 ásetti Fuglafjarðar kommuna eitt rávørugjald á uppisjóvarfisk á 0,75% av avreiðingarvirðinum. Hetta gjald skuldi Havsbrún gjalda.

Havsbrún á sínari síðu segði, at tað alla tíðina var ætlanin hjá kommununi, at skipini skuldu gjalda hetta gjaldið, og at borgarstjórin, Sigurð Simonsen, eisini hevði váttað hetta.

Spurningurin var tí, hvør skuldi gjalda, og sakførarin hjá kommununi gjørdi greitt, at kutyman alla aðra staðni var, at móttakarin av vøruni skuldi gjalra vørugjaldið.

Havsbrún á síðari síðu metti, at skipini og ikki felagið skuldi gjalda.

Fyrri rættarfundurin var 3. desember, og tá førdi Fuglafjarðar kommuna umframt borgarstjóran, eisini havnameistaran í Havn sum vitni fyri at vísa á, hvar rokningin fyri vørugjald varð send.

Fundurin varð uppaftur tikin fríggjadagin, og tá førdi kommunan skrivaran, Jakup Frants Larsen, sum vitni, meðan Havsbrún førdi leiðaran fyri rávørudeildini, Hartvig Joensen, sum vitni.

Báðir førdu sakina fram fyri sínar arbeiðsgevarar, men hetta hevur neyvan flutt metingina hjá dómaranum. Hann heitti hinvegin á partarnar um at royna seming í málinum.

Tit hava í so stóran mun brúk hvør fyri øðrum, so eg mali til, at tit royna at finna eina loysn á málinum. Eg haldi, at skotbráið var ógvuliga stutt at boða frá 12. desember, at rávørugjald skal gjaldast 1. januar, so kanska tit kunnu finna út av onkrum í so máta, segði dómarin.

Partarnir hava nú freist til 1. februar at finna fram til eina semju í málinum.